Við hesum verða faktorhúsini, sum vóru bygd í samband við kongliga einahandilin, lýst til sølu.
1. Lýsing av ognini
Talan er um eini eldri sermerkt hús, sum vórðu bygd í samband við einahandilin. Á ognini er eisini bygt eitt pakkhús og ein hjallur, sum fylgja við í keypinum.
Upplýsast skal, at ognin er friðað sambært løgtingslóg nr. 19 frá 16. september 1948 um friðing av fornminnum og bygningum. Friðingarskjal er tinglýst sum byrða á ognina.
Ognin liggur væl fyri í hugnaligum umhvørvi inni á Fitjum.
Faktorhúsið er innrættað soleiðis:
Í ovastu hæddini eru 3 rúm (kømur) og loftsrúm/goymslurúm. Í miðhæddini eru gongd, 3 rúm, wc, gongd og 3 goymslurúm. Í niðastu hæddini er krúpikjallari og lágur kjallari undir eystara partinum.
Niðan fyri húsini er ein hjallur við tveimum hjalsrúmum.
Pakkhúsið er innrættað soleiðis:
Í ovastu hæddini er stórt loftsrúm við trappuuppgongd frá miðhæddini. I miðhæddini eru 3 rúm við trappuuppgongd til loftsrúm. Í niðastu hæddini er stórt kjallararúm/goymslurúm.
Støddin á grundøkinum er 1.112 m2.
Støddin á húsunum er umleið 100 m2 í tveimum hæddum og kjallara/krúpikjallara. Samlaða víddin er umleið 250 m2.
Húsini eru bygd umleið 1836 og pakkhúsið er bygt umleið 1860-70.
Upplýsast skal, at vegrættur á 180 m² er lagdur yvir ognina, sum er uppmerktur á matrikulkortinum.
2. Treytir fyri søluni
Ognin verður seld í tí standi, sum hon er og liggur, og seljarin tekur onga ábyrgd fyri møgulig brek við ognini.
Møguligur áhugaður keypari verður tí mæltur til at kanna ognina væl, áðrenn boð verður givið.
Tað verður ikki gjørd nøkur støðulýsing av ongini.
Ognin kann síggjast eftir nærri avtalu við Advokatskrivstovuna.
Nýtslan av ognini skal halda seg innanfyri karmarnar av galdandi byggisamtykt fyri økið og innanfyri karmarnar av teirri til eina og hvørja tíð galdandi friðingarlógávu.
Økið, har ognin liggur, er sambært galdandi byggisamtykt útlagt til miðstaðarøki.
3. Treytir fyri tilboði
Keyparin skal saman við tilboðnum gera eina frágreiðing um, hvussu hann ætlar at brúka ognina og til hvat endamál.
Keyparin skal eisini upplýsa, hvørjar ætlanir hann hevur viðvíkandi umvæling av ognini, herundir nær hann ætlar at seta hetta arbeiði í gongd.
Keyparin skal saman við tilboðnum leggja fram eina kostnaðarætlan og tíðarætlan.
Saman við tilboðnum skal tilboðsgevari lata kommununi váttan frá peningastovni um tøka fígging til keypið og til møguliga umvæling av ognini.
Eisini skula tekningar og frágreiðingar, sum lýsa hvussu keyparin hugsar sær at umvæla ognina til ta nýtslu, hann hevur ætlan um, leggjast við tilboðnum.
4. Støðutakan til innkomin tilboð
Kommunan tekur støði í teimum innkomnu boðunum og ger síðani eina grundaða niðurstøðu, sum verður send til øll, sum hava bjóðað.
Vektingin av tilboðnum verður gjørd soleiðis, at tilboðsprísurin verður vektaður við 40% meðan hugskotið viðvíkjandi nýtsluætlan av ognini verður vektað við 60%.
Í samband við metingina av nýtsluætlanini verður tikið við í metingina tey ynskir, sum kommunan hevur, nevniliga at ognin verður sett í stand,, at hetta hevur við sær eina fríðkan av økinum sum heild og at nýtslan av ognini verður við til at økja um trivnaðin í bygdini.
Umsitingin hjá kommununi stendur fyri at gera eina meting av innkomnu tilboðunum eftir teimum treytum, sum eru lýstar omanfyri. Stig verða givin eftir leisti, sum er lýstur undir pkt 7. Umsitingin leggur tilmæli fyri bygdarráðið um, hvørjum tilboði mælt verður til at taka av.
Vestmanna kommuna tilskilar sær rætt til at seta treytir til møguliga umvæling ella umbygging, bæði viðvíkjandi byggihátti, tilfari og byggilist. Tá ognin er friðað, skulu friðingarmyndugleikarnir eisini góðkenna møguliga umvæling/umbygging av ognini.
Vestmanna kommuna tilskilar sær rætt til at havna øll tilboð, um hesi ikki verða mett nøktandi.
5. Sølusáttmáli og treytir í hesum sambandi
Tá kommunan hevur tikið avgerð um, hvørjum skal standa í boði at keypa ognina, verður ein keypssáttmáli gjørdur.
Í sáttmálanum verða ásettar treytir um, at keyparin skal fremja sína verkætlan innan ávísa freist, sum semja er um.
Tað verður sett forboð fyri at selja ognina víðari fyrr enn verkætlanin hjá keyparanum er liðugt bygd.
Vestmanna kommuna hevur rætt til at krevja ognina afturskeytaða, um keyparin ikki fremur verkætlanina innan ta freist, sum kommunan setur.
Vestmanna kommuna kann eisini krevja ognina afturskeytaða, um so er, at ognin ikki verður nýtt til ásetta endamálið, ella um ognin fellur í órøkt.
Í samband við søluna verða servituttir tinglýstir viðvíkjandi nýtslu av ognini, og skal møguligur nýggjur eigari eisini yvirhalda hesar ásetingar.
Átalurætt hevur Vestmanna kommuna.
6. Tilboðsfrest v.m
Tilboð uppá ognina skula latast skrivliga til Advokatskrivstovuni, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, í seinasta lagi 3. november 2023, kl. 16.00. Tilboð kann eisini innan somu freist sendast við telduposti til cfa@jura.fo
Áhugaður keypari hevur rætt til at síggja ognina, áðrenn boð verður latið inn.
Fyrispurningar hesum viðvíkjandi kunnu sendast Advokatskrivstovuni, sum hereftir skipar fyri framvísing av ognini.
Áhugaður keypari hevur eisini møguleika – eftir nærri avtalu við Advokatskrivstovuna – at lata ognina kanna av byggikønum.
Ein slík kanning má tó ikki gera skaða á ognina, og ein slík kanning kann bert verða gjørd, meðan umboð fyri kommununa eru til staðar.
Kommunan hevur rætt til at biðja um at fáa fleiri ella nágreiniligari upplýsingar um fíggjarligu viðurskiftini og faktisku viðurskiftini hjá tí, sum bjóðar. Slíkar upplýsingar verða viðgjørdar í trúnaði.
Kommunan kann eisini biðja um at fáa meira nágreiniligar upplýsingar viðvíkjandi teirri ætlan, sum verður latin kommununi saman við tilboðnum.
7. Metingarstøði
Lægsta boð fyri at keypa ognina er sett til 1,35 mill. kr. Boð undir hesa upphædd verða ikki tikin við í metingina.
Sum nevnt verða innkomnu tilboðini vektað eftir hesum metingarstøði:
Prísur 40 % og hugskotið viðvíkjandi nýtsluætlan 60 %
Stig fyri prís verða givin eftir hesum leisti:
Hægsti prísur fær 10 stig meðan prísir innanfyri 30% verða interpoleraðir frá 0 til 10 stig. Prísir minni enn 30 % av hægsta boði fær 0 stig.
Stig fyri nýtsluætlanina verða givin eftir hesum leisti:
- 10 stig verða givin fyri eina framúr verkætlan, sum á best møguligan hátt lýkur ynskjunum hjá kommununi (sí pkt. 4) uttan stórvegis frávik.
- 7 stig verða givin fyri verkætlan, sum á nøktandi hátt lýkur ynskjunum hjá kommununi.
- 5 stig verða givin fyri verkætlan, sum á miðal nøktandi hátt lýkur ynskjunum hjá kommununi.
- 3 stig verða givin fyri verkætlan, sum á minni nøktandi hátt lýkur ynskjunum hjá kommununi.
- Eingi stig verða givin fyri verkætlan, sum ikki lýkur ynskini hjá kommununi.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Christian Andreasen, adv., ella Margit S. Jørgensen, skrivara, teldupost cfa@jura.fo ella msj@jura.fo.
Advokatskrivstovan
Frúutrøð 4
100 Tórshavn
Tlf. 353335
Jura.fo