Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi.
Vegna gleðiligar umstøður á dagstovnaøkinum í Vestmanna, søkja vit eftir fýra námsfrøðingum í farloyvisstarv fyri námsfrøðingar sum fara í barnsburðarfarloyvi
Talan er um:
- 32,5 tímar um vikuna til vøggustovu, frá ultimo apríl 2023 til apríl 2024
- 32,5 tímar um vikuna til barnagarðin, frá 1. mai 2023 til mai 2024
- 30 tímar um vikuna til barnagarðin, frá 1 juni 2023 til juni 2024
- 30 tímar um vikuna til útibarnagarðin, frá 1 juli ella 8. august 2023 til 12. Juli 2024
Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast í farloyvisstarvið
Námsfrøðingar, sum fáa prógv í summar, eru vælkomnir at søkja.
Um okkum:
Á dagstovnaøkinum í Vestmanna arbeiða 37 eldhugaðir starvsfelagir, ið allir koma við sínum íkasti til eitt aktivt og gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.
Dagstovnaøkið húsast í trimum hølum, sum hava góðar innan- og uttandura hentleikar, eitt nú rørslurúm, atgongd til fimleikahøll, svimjihøll, grønt økið og í næstum eisini bál-smáttu – eisini eru vit nógv úti í náttúruni.
Arbeiðstíðirnar eru mánadag til fríggjadag millum 6.45 og 17.15.
Tú kanst lesa meira um dagstovnaøkið her.
Vit bjóða:
- Fyrireikingar tíð
- Góð starvsfólka normering
- Ein fjølbroyttan starvsfólkahóp, bæði kvinnur og menn.
- Ein virknan gerandisdag við fokus á námsfrøðiligan ítrótt.
- Tætt samstarv millum starvsfólk og leiðslu.
- Eitt roykfrítt arbeiðsumhvørvi.
Førleikar:
- Tú er virkisfúsur og fakliga væl fyri.
- Tú brennur fyri útilívi, rørslu og at arbeiða við námsfrøðiligum ítrótti
- Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við øll foreldur, børn og starvsfelagar.
- Tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum.
- Tú ert sjálvstøðug(ur), álítandi og hevur gott yvirlit.
- Tú sært møguleikar, hevur ein jaligan hugburð, ert opin, smílandi og fyrikomandi.
Tað er ein fyrimunur, at tú:
- Dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu
- Dámar at arbeiða uttandura og í náttúruni
- Hevur royndir við pedagogiskum ítrótti
Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Meira fæst at vita:
Meira fæst at vita við at venda sær til Morten Hust Petersen, stovnsleiðara, á telefon 770 130 ella teldupost morten@vestmanna.fo.
Samrøður verða leypandi:
Umsókn saman við CV skal sendast til starv@vestmanna.fo, viðmerk ”barnsburðarfarloyvi”
Umsóknarfreistin er 31. mars 2023, kl. 12.