Nú byrja fyribyrgjandi venjingarnar aftur. Venjingarnar í vetur verða undir leiðslu av NB Fysioterapi, og verða í Burn: venjingarmiðstøðin í kappróðrarneystinum.
Týsdag og fríggjadag | kl. 10:30 – 12:00 |
Byrjað verður týsdagin 6. september 2022.
Tilmelding fer fram á staðnum.
Kostnaður og gjaldstreytir
Borgarin rindar til Burn Fitness:
- kr. 199 pr. mánað (limagjald), um borgari teknar eina sjálvvirkandi gjalding.
- Kr. 249 pr. mánað, um borgari rindar við reiðum peningi.
- Kr. 199 Stovningargjald (eingangsgjald)
Avtala um gjald verður gjørd í samband við fyrstu venjing.
Limir í Burn Fitness hava atgongd til venjingarhølini allar dagar í árinum, venjingarhølini eru opin.
Flutningur
Ætlanin er at skipa flutning til og frá venjing. Tekning til flutning skal gerast við at siga frá á telefon 424525, (og síðan trýsta á 1) og uppgeva navn og bústað. Eisini kann fráboðan um flutning sendast til veks@veks.fo.