Við hesum verður søkt eftir gartnara e.l. at hava ábyrgdina av grøna økinum hjá Vestmanna kommunu.
Tann setti kemur at hava yvirskipaðu ábyrgdina av grøna økinum hjá Vestmanna kommunu. Hetta umfatar skipan og viðlíkahald av viðarlund, miðstaðarøkjum, kirkjugørðum, gøtum, fríðkan rundanum um bygningar hjá kommununi, umframt at skipa møgulig nýggj grøn átøk og verða toghaldari á verkætlanum á umhvørvisøkinum.
Førleikar:
Vit vænta av tær, at tú:
- ert útbúgvin gartnari, ella hevur drúgvar royndir við tílíkum arbeiði
- hevur koyrikort til persónbil
- ert skapandi og hevur eyga fyri at prýða
- ert røkin og ert arbeiðssom/arbeiðssamur
- kanst arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
Setanarviðurskifti:
Talan er um fulltíðarstarv. Starvið verður lønt sambært sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið ella Føroya handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna.
Bygnaðarliga er starvið skipað undir arbeiðsformanninum.
Meira fæst at vita við at venda sær til Jákup Durhuus, Teknisku deild á 770 105
Skrivlig umsókn, merkt “gartnari”, skal sendast til starv@vestmanna.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadag 14. august 2023 kl. 12.00.
Starvið verður sett skjótast gjørligt, men Vestmanna kommuna bíðar fegin eftir rætta umsøkjaranum.