Rørslureikan er eitt átak hjá Mentanarnevndini og Trivnaðar- og Umhvørvisnevndini, sum hevur til endamáls at stuðla undir heilsuna og trivnaðin hjá vestmenningum við tiltøkum og sosialari samveru.
Nógv hevur verið á skránni hesar dagarnar, m.a. hondbóltfitness, eldrakafe, bindikvøld, dipping og hagatúrur. Tikið var væl undir við tiltøkunum, og aldurspennið hevur verið breitt.
Rørslureikan var samstundis sum verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum. Tað ávirkaði nakað, men eftir ætlan verður m.a. litrenningin, ið varð avlýst, hildin seinni í ár ístaðin.
Mentanarnevndin og Trivnaðar- og Umhvørvisnevndin takka fyri hesaferð og ein serlig tøkk til tey, sum hjálptu til.