Góð undirtøka fyri Rørslureikan

Rørslureikan er eitt átak hjá Mentanarnevndini og Trivnaðar- og Umhvørvisnevndini, sum hevur til endamáls at stuðla undir heilsuna og trivnaðin hjá vestmenningum við tiltøkum og sosialari samveru. Nógv hevur verið á skránni hesar dagarnar, m.a. hondbóltfitness, eldrakafe, bindikvøld, dipping og hagatúrur. Tikið var væl undir við tiltøkunum, og aldurspennið hevur verið breitt. Rørslureikan var samstundis…

Høllin steingir vegna viðlíkahald í summar

Ítróttarhøllin í Vestmanna húsar nógvum virksemi, tí má hon eisini viðlíkahaldast. Í summar verður gólvið lakerað, soleiðis at høllin aftur er klár áðrenn venjingar og skúlin byrja aftur. Hetta merkir at høllin verður stongd frá mánadegnum 17. juni 2024 til skúlin letur upp aftur.