Boðast skal frá, at skamlop hevur verið í gøtuljósskipanini. Hetta ger, at partur av gøtuljósunum í ytra parti av Toftavegi, Bøgøtu og parti av Bakkavegi ikki lýsa.
Arbeitt verður við at loysa trupulleikan, men væntast kann ikki, at gøtuljósini koma at lýsa aftur í kvøld – kanska í besta føri í annaðkvøld.