Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimatænastuna í VEKS

Søkt verður eftir kliniskum sjúkrarøktarfrøðingi til Heimatænatuna í VEKS, at seta skjótast tilber. Talan er um eitt nýtt og spennandi starv har tú at arbeiðir í toymi saman við sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara, ergoterapeuti og demenssamskipara. Starvsbrøkur eftir avtalu. Starvið er í dagvaktum, gerandisdagar. Tínar arbeiðsuppgávur vera í høvusheitum: ·        At veita kliniska sjúkrarøkt (sárskift o.l) ·       …

Gøtuljós

Boðast skal frá, at skamlop hevur verið í gøtuljósskipanini. Hetta ger, at partur av gøtuljósunum í ytra parti av Toftavegi, Bøgøtu og parti av Bakkavegi ikki lýsa. Arbeitt verður við at loysa trupulleikan, men væntast kann ikki, at gøtuljósini koma at lýsa aftur í kvøld – kanska í besta føri í annaðkvøld.

Siglingarávaring

Sagt verður frá, at í tíðarskeiðinum frá 12. desembur til 18. desembur fer arbeiði fram við sjóðdreka í Vestmannasundi á POS 62°07,48’N 007°10,48’W. Skip og bátar verða biðin um at vísa varsemi og halda klára frástøðu. Vegna MRCC