Nýggjársheilsan

Nú árið 2022 fer at halla og 2023 stendur á gáttini, vil eg nýta høvi at senda øllum vestmenningum – bæði nær og fjar – eina nýggjársheilsan.   Vestmanna bygdarráð er á einum máli um, at trivnaðurin í bygdini skal hava hægstu raðfesting komandi tíðina. Hetta fevnir eitt nú um dagstovnaøkið og frítíðarvirksemið til børn…

Ólógligt at senda neyðrakettir sum fýrverk

Á nýggjárinum er vanligt at síggja neyðrakettir blíva skotnar upp. Men Vestmanna Sløkkilið minnir á, at neyðrakettir eru ein vandamikil møguligur eldásetari.   Tað er ólógligt at senda neyðrakettir til stuttleika. Tær eru einans ætlaðar at brúka í neyðstøðum.   Um neyðrakettir/-bluss o.l. skal beinast burtur, kann hetta latast inn á Skilagátt.   Skilagátt

Skráin fyri nýggjárshaldið

Vestmanna kommuna skipar fyri nýggjárshaldi við kyndlagongu, báli og fýrverki.   Kl. 19:30 Byrjar kyndlagongan við ruskplássið Skilagátt, og ganga vit framvið heiminum á Grønanesi oman á kaiina, har bálið verður tendrað.  Vit syngja sálmin “Tíðin rennur sum streymur í á”.   Kl. 23:00 Byrja blikkamenninir at tendra blikkini.   Kl. 23:30  Skjýtur kommunan fýrverk á…

Gleðilig jól og eitt eydnuríkt nýggjar

Vestmanna kommuna ynskir viðskiftafólki og vestmenningum nær og fjar, eini góð og hugnalig jól, og eitt eydnuríkt nýggjár.   Soleiðis er skrivstovan opin um jólini: Í sambandi við høgtíðina verður kommunuskrivstovan stongd frá hósdegnum 22. desembur 2022. Opið verður aftur týsdagin 3. januar 2023 kl 09:00. Hevur tú átrokandi boð til kommunuskrivstovuna, sum trupulleikar við vatnveitingini, vegir,…

Starvsfólk til dagstovnaøkið

Kom við á eina spennandi ferð Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska nýggi starvsfelagi okkara.   Søkt…

Kommunuskrivstovan um jólini

Í sambandi við høgtíðina verður kommunuskrivstovan stongd frá hósdegnum 22. desembur 2022. Opið verður aftur týsdagin 3. januar 2023 kl 09:00.   Hevur tú átrokandi boð til kommunuskrivstovuna, sum trupulleikar við vatnveitingini, vegir, kloakk o.tl. kanst tú ringja á tlf. 770 109. Barnaverndartænastan í VEKS svarar á telefon: 297 200. Skilagátt hevur opið gerandisdagar. Tvs.…

Veðrið tarnar kavaruddingina í morgun

Maskinurnar hava grivið út í eitt seinastu dagarnar, men hóast tað, so liggur eitt stórt arbeiði í at koma runt í morgun. Bilar, sum eru farnir út at koyra í morgun, standa fastir, og tað órógvar eisini kavaruddingina. Heitt verður tískil á bilførarar um at vísa skynsemi og ikki fara út at koyra fyrr enn…