Maskinurnar hava grivið út í eitt seinastu dagarnar, men hóast tað, so liggur eitt stórt arbeiði í at koma runt í morgun.
Bilar, sum eru farnir út at koyra í morgun, standa fastir, og tað órógvar eisini kavaruddingina. Heitt verður tískil á bilførarar um at vísa skynsemi og ikki fara út at koyra fyrr enn betri er grivið uttan so at hetta er neyðugt.
Dagstovnaøkið er í hesum sambandi eisini stongt – til vit hava eina trygga farleið. Hetta er fyribils galdandi til klokkan 10:00. Foreldur fáa nærri kunning umvegis intranetið.