Kom við á eina spennandi ferð
Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska nýggi starvsfelagi okkara.
Søkt verður eftir:
- Einum námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna. Talan er um tíðaravmarkað stuðulsstarv, frá fyrst í januar (ella skjótast gjørligt) til 31. mars 2023.
- Einum hjálparfólki at arbeiða 24 tímar um vikuna at byrja fyrst í januar ella skjótast gjørligt.
Um skikkaður námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.
Um okkum:
Dagstovnaøkið í Vestmanna er í trimum deildum. Í løtuni starvast 37 dugnaligir og eldhugaðir starvsfelagar á økinum, ið allir koma við sínum íkasti til gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.
Gjáarlon liggur ovarlaga í Vestmanna, í náttúruvøkum umhvørvi við stutt til haga, fjøru og viðarlund. Her hava 86 børn sína dagligu gongd. Í Gjáarlon eru 5 stovur, 2 vøggustovur (Fossurin og Hylurin) og 3 barnagarðsstovur (Veitin, Áin og Keldan). Í løtuni starvast 25 fólk á Gjáarlon.
Beint omanfyri Gjáarlon liggur Látipípan, her hava 25 tey elstu barnsgarðsbørnini sína dagligu gongd saman við 5 starvsfólkum. Í Látipípuni eru tey nógv úti, eru nógvar túrar úti av húsinum.
Frítíðarstovan liggur í egnum hølum undir Heilsumiðstøðini. Her ganga 51 børn úr 1., 2. og 3. flokki, og til hvønn árgang eru knýttir ábyrgdarpersónar. Í løtuni starvast sjey fólk í Frítíðarstovuni.
Á dagstovnaøkinum í Vestmanna arbeiða vit út frá førleikunum hjá tí einstaka og geva rúm til skapandi og likamliga hugsavning. Vit leggja dent á gott foreldrasamstarv, og at børnini verða møtt av álítandi, viðurkennandi og hjartagóðum vaksnum, sum geva teimum neyðugu sálarligu og kropsligu avbjóðingarnar. Fyri okkum er tað altavgerandi, at børnini kenna seg sum tey týdningarmestu í verðini.
Arbeiðstíðirnar eru mánadag til fríggjadag millum 6.45 og 17.15.
Vit bjóða:
- Fyrireikingartíð.
- Góða starvsfólka normering.
- Ein fjølbroyttan starvsfólkahóp, bæði kvinnur og menn.
- Ein virknan gerandisdag við fokus á námsfrøðiligan ítrótt.
- Skeiðvirksemi í sambandi við góðkenningina sum ítróttarstovnur.
- Tætt samstarv millum starvsfólk.
- Eitt roykfrítt arbeiðsumhvørvi.
Førleikar:
- Tú er virkisfúsur og fakliga væl fyri.
- Tú brennur fyri útilívi og rørslu.
- Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við øll foreldur, børn og starvsfelagar.
- Tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum.
- Tú ert sjálvstøðug(ur), álítandi og hevur gott yvirlit.
- Tú sært møguleikar, hevur ein jaligan hugburð, ert opin, smílandi og fyrikomandi.
- BSc útbúgving í námsfrøðiligum ítrótti ella líknandi kann vera ein fyrimunur.
Setanarviðurskifti:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita:
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Morten Hust Petersen, stovnsleiðara, á telefon 770 130.
Umsókn:
Umsókn saman við lívsrensli og viðkomandi prógvum verður at senda til starv@vestmanna.fo
Umsóknarfreistin er mikudagin 4. januar 2023 kl. 12.00, samrøður verða í viku 1.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega.