Nú árið 2022 fer at halla og 2023 stendur á gáttini, vil eg nýta høvi at senda øllum vestmenningum – bæði nær og fjar – eina nýggjársheilsan.
Vestmanna bygdarráð er á einum máli um, at trivnaðurin í bygdini skal hava hægstu raðfesting komandi tíðina. Hetta fevnir eitt nú um dagstovnaøkið og frítíðarvirksemið til børn og ung.
Frítíðarstovan, sum húsast undir Læknamiðstøðini, fær í mai mánaða hølini burturav og kann tí innrætta stovnin, so hann hóskar til virksemið, einstaka barninum at gagni. Samstundis sum ein tilgongd er sett í verk, at dagføra Vestmanna Skúla.
Fyri at skapa størri trivna ímillum børn og ung, hevur kommunan uppraðfest ungdómshúsið Staðið við enn fleiri tilboðum, og sum nakað nýtt, styrkt tilboðið á Staðnum, so tað eisini fer at fevna um børn úr 4., 5. og 6. flokki.
Bygdaráðið fegnast um, at tað eydnaðist VEKS samstarvinum – sum kommunan er partur av – at lata upp dagtilboðið Dagdvøljan úti á Heiminum á Grønanesi. Eitt hart tiltrongt tilboð til tey eldru sum búgva heima, men sum kenna seg einsamøll, ella á annan hátt hava ein avbjóðandi gerandisdag.
Koyrandi er eftir Fjalsvegi, hóast nakað er eftir á mál. Fyrst í januar mánaði heldur arbeiðið fram, og verða bæði parkeringsplássini gjørd liðug. Eisini hava vit – í samráð við ferðsluráðgeva– bílagt ymiska útgerð, ið fer at bøta um ferðslutrygdina á Fjallsvegi og aðrastaðni í bygdini.
Tað er hugaligt at síggja økta virksemið á havnalagnum, og at nýggjar spennandi fyritøkur taka skap.
Vestmanna kommuna arbeiðir við eini menningar- og ferðavinnuætlan – fyri at styrkja um trivnaðin í bygdini, bæði fyri einstaklingin og ikki minst fyri virkisfúsar íverksetarar – vónandi fer verkætlanin at bera ávøkst í næstum.
Vit hyggja nú inn í eitt nýtt og ókent 2023, og fer kommunan til verka við góðum treysti.
Við ynskjum um eitt gott og eydnuríkt nýggjár
Bjørg á Rógvi, borgarstjóri