Bygdarráðið hevur seinastu tíðina arbeitt við einari spennandi ætlan, sum vónandi kemur at økja um trivnaðin millum børn og ung, sum koma á STAÐIÐ.
Umframt eitt nýtt tilboð til børn frá 4. til 6. flokk, skal ungdómshúsið eisini gerast karmur um nútíðarhóskandi tilboð fyri børn og ung frá 7. flokki til og við, tá ið tey eru 17 ára gomul.
Tað hevur altíð verið ætlanin, at børnini og ungdómurin hava ávirkan á, hvat húsið verður brúkt til, og tí bjóðar ungdómsleiðarin næmingarráðnum á gátt at viðgera verkstovur og tiltøk – soleiðis at tilboðini bæði eru hóskandi og hava teirra áhuga.
Verkstovur á Staðnum
Í 2023 fer Staðið at skipa regluligar mentanarligar verkstovur, sum eru ókeypis hjá børnunum og ungdóminum at tekna seg til. Í hesum verkstovunum er denturin ikki lagdur á nakað endaligt avrik, men heldur á, at tey sleppa at royna seg á ókendum økjum og møguliga fáa eitt øðrvísi frítíðarítriv, sum tey regluliga kunnu ganga til.
Tvær verkstovur í januar
- LIST-verkstova við frálíka listamanninum Jón Sonna Jensen byrjar 9. januar, og verður hvørt mánakvøld frá 18-22, fram til februar!
- Podvarps verkstova byrjar 11. januar, og er annanhvønn mikudag og hósdag frá 18.30-21.30!
Tit kunnu tekna tykkum til skeiðini og fáa nærri kunning við at skriva til gabriel@vestmanna.fo, ella við at ringja og skriva til 770 161. Freistin at tekna seg til verkstovurnar er 7. januar.
Fleiri verkstovur eru á skránni fyri februar og mars. Nærri kunning kemur um tær miðskeiðis í januar mánað.
STAÐIÐ er eisini eitt friðskjól
Pláss verður altíð fyri spontaniteti og at taka sær av løttum á STAÐNUM. Tískil varðveita vit sofurnar og ítrívsøkið, sum tey støð, har børnini og ungdómurin kann taka sær av løttum – lurta eftir tónleiki, hyggja film, spæla borðtennis og mang, mangt annað.
Arbeitt verður við at vaksa um dagatalið, har STAÐIÐ er opið. Hetta verður gjørt stigvíst yvir komandi ár – í tráð við, at verkstovurnar fáa fast pláss á skemanum.
Sum nakað nýtt er ætlanin fyri 2023, at ungdómshúsið skal lata upp fyri børnum í 4. til 6. flokk tvær ferðir um vikuna frá kl. 14 til 17.30.
Opið ein leygardag um mánaðin
STAÐIÐ verður opið tríggjar dagar um vikuna komandi tíðina. Vit velja at raðfesta góðsku fram um nøgd í byrjanini av árinum, men arbeiða tó miðvíst fyri at økja um dagarnar, har ungdómshúsið er opið.
Mánadag | Mikudag | Hósdag | Fríggjadag | Leygardag | |
Líka vika | 18-22 | 18-22 | 18-22 | ||
Ólíka vika | 18-22 | 18-22 | (19-01)* | (19-01)* |
*Tey vikuskifti, STAÐIÐ er opið leygardag, er stongt fríggjadag.
Upplatingartíðirnar síggjast á Facebook og Instagram vangunum hjá STAÐNUM.
Uppsløg verða gjørd hvørja viku um verkstovur, tiltøk og upplatingartiðir, soleiðis at øll kunnu fylgja við.
Við síggjast á STAÐNUM 2. januar 2023.