Fleiri enn 900 gravir í Vestmanna eru nú skrásettar og talgildar á netinum. Vit fáa av og á fyrispurningar frá fólki, sum leita eftir ætt, vinum og kenningum, sum ikki eru millum okkara longur, og nú kanst tú leita talgilt.
Royn skipanina og leita her: Kirkjugarðar – Vestmanna kommuna
Tú kanst leita eftir gravum við at skriva navnið á fólki, nummarið á grøvini ella “klikkja” á gravirnar í talgilda yvirlitinum á heimasíðuni, har tú síðani fært upplýsingar fram.
Tey jarðaðu
Siðvenjan at skráseta tey, sum lógu í kirkjugarðinum, er ikki gomul í Føroyum, og í Vestmanna byrjaði hetta 6. desembur 1876. Í tíðarskeiðnum frá 1876 til 2006 eru 1191 skrásett í protokollini, harav umleið 250 børn. Hesi vóru jarðað eftir tátíðar siðvenju, og bert fá av teimum fingu ein gravstein. Av mannamunni er hoyrt, at børn vórðu løgd í grøvina hjá ommum og abbum.
Viðvíkjandi siðvenjuni at seta gravstein á grøvina er eisini trupult at tíðarfesta, tó er av mannamunni sagt, at í gomlum døgum høvdu bert tey vælbjargaðu ráð at seta ein gravstein á grøvina.
Hetta merkir, at vit í dag síggja, at nógv eru grivin uttan gravstein, tó at friður er lýstur yvir teimum. Hetta er helst orsøkin til, at vit í dag hava fleiri ókendar gravir.
Samanumtikið er trupult at siga nakað um siðvenjur í samband við jarðarferðir, tí ongar keldur eru til taks.
Um tit hava kunnleika til, hvør er jarðaður í einum av teimum ókendu grøvunum (hvítir kassar í elsta partinum av gamla kirkjugarði), ynskir Vestmanna kommuna, at tit brúka “boða frá møguligum skeivum upplýsingum” -funkuna, sum finst á okkara talgildu skipan her, ella senda okkum ein teldupost á vestmanna@vestmanna.fo.
Nærri kunning um praktisk viðurskifti í samband við andlát og jarðarferð sæst her.
Kirkjugarðar
Kirkjugarðarnir hava verið útbygdir so líðandi í nakrar øldir, og torført er at siga, nær byrjað varð at jarða í kirkjugarðinum.
Elsti partur av kirkjugarðinum var frá gomlu kirkjuni við sjóvarmálan og niðaneftir. Miðskeiðis í 1960´unum, tá hann byrjaði at fyllast, varð avgerð tikin um at víðka kirkjugarðin. Tá bleiv grótgarðurin laðaður, sum vit kenna hann í dag.
Kirkjugarðurin á Knúgvum varð vígdur í mars 1997.
Kirkjur
Søgan um kirkjur í Vestmanna gongur langt aftur í tíðina. Eitt tað elsta, vit hava á skrift, er frá Thomas Tarnovius frá 1669, sum nevnir, at ein kirkja er í Vestmanna.
Kirkjurnar tá í tíðini vóru lítlar, og tilfarið ikki av tí besta, tí vóru tær ofta umvældar. Í einari av umvælingunum í 1771, bleiv fyri fyrstu ferð torn við klokku bygt. Kirkjan, sum vit kenna hana í dag, varð bygd í 1895, og tann gamla, sum stóð við sjóvarmálan, varð tikin niður í 1896.