Hans Marius M. Olsen er settur í starv sum leiðandi húsavørður hjá kommununi.
Vestmanna Bygdarráð samtykti á fundi tann 27. mars 2024 at bjóða Hans Marius starvið sum leiðandi húsavørður fyri Vestmanna kommunu.
Hann tekur við starvinum í dag 1. mai 2024.
Hans Marius hevur starvast hjá entreprenør fyritøkuni KJO í 20 ár, seinastu 10 árini sum dagligur leiðari.
Høvuðsuppgávan hjá leiðandi húsavørðinum er viðlíkahald av átta kommunalum bygningum, umframt skúla og høll. Viðlíkahaldið umfatar bygningarnar bæði inni og úti og at menna húsavarðatoymið framyvir.
Í dag er húsavaðatoymið mannað við tveimum handverkarum umframt leiðandi húsavørðinum.