Ítróttarhøllin í Vestmanna húsar nógvum virksemi, tí má hon eisini viðlíkahaldast.
Í summar verður gólvið lakerað, soleiðis at høllin aftur er klár áðrenn venjingar og skúlin byrja aftur.
Hetta merkir at høllin verður stongd frá mánadegnum 17. juni 2024 til skúlin letur upp aftur.