Vikuna eftir páskir er innsavningin av húsarhaldsposum á flestu støðum forskotin ein dag.
Tó verða teir posar, sum vanliga verða heintaðir hósdag, eisini heintaðir hósdag eftir páskir og ikki fríggjadag.
Undantøk:
Húsarhaldsposarnir á Skála, Strondum, Innan Glyvur, í Syðrugøtu, Norðragøtu, Gøtugjógv, Runavík, Saltangará og á Glyvrum verða heintaðir mikudagin, 12. apríl, sum vanligt er.
Húsarhaldsposarnir á Toftum, Nesi, í Saltnesi, Fuglafirði og á Kambsdali, sum vanliga verða heintaðir týsdag, verða hesa vikuna heintaðir hósdagin, 13. apríl.
Á Sandoynni verður innsavningin skipað sum vanligt og ikki forskotin ein dag. Hvíti posin á Sandoynni, sum vanliga verður heintaður fyrsta fríggjadag í hvørjum mánaði, verður heintaður fríggjadagin 14. apríl.