Vestmanna kommuna hevur gjørt kanning um ferðavinnu- og menningarúrslit fyri kommununa. Kanningin leggur grund undir arbeiði við at menna kommununa enn meira.
Ein uttanhýsis verkætlanarleiðari, Sissal Kjartansdóttir Kristiansen, hevur staðið fyri arbeiðinum saman við umsitingini.
STÓRUR DENTUR HEVUR VERIÐ LAGDUR Á BORGARANS YNSKI
199 fólk hava svarað einum spurnarblaði. Harumframt vóru 6 vestmenningar í fokusbólki, og longri samrøður eru gjørdar við 10 fólk og fyritøkur í bygdini. Hetta er ávíkavist aktørar innan ferðavinnuna og vestmenningar, sum annaðhvørt hava serligan áhuga í økinum, ella á annan hátt hava kunnað givið eitt viðkomandi íkast til tilmælið.
Bygdaráðslimir hava verið eggjaðir til at koma við teirra sjálvstøðuga íkasti og hava verið á ráðleggingardegi.
Eisini er hugt at kanningum, strategium og frágreiðingum hjá Visit Faroe Islands, greinum um rák innan ferðavinnu og tilmæli til ferðavinnu í Vestmanna frá 2019.
Í faldaranum niðanfyri lýsa vit høvuðsniðurstøðurnar í kanningini.
Takk fyri at tit vildu luttaka í kanningini.
Kanningin kann takast niður her
Vit leita eftir mentanar og ferðavinnumennara, les meira um starvið her