Kolastykkið og økið, har Turkihúsið stóð, verða hervið boðin út til íbúðarbygging, gistingarhús-bygging og/ella til handilsvirksemi.
Tit, sum bjóða, skulu greitt lýsa verkætlanina við neyðugum tekningum, tíðarætlan og við lýsing av, hvat ætlanin er at brúka ein komandi bygning á økinum til.
Tilboðið skal innihalda:
• greiða lýsing av verkætlanini við neyðugum tekningum (vekting 70%)
• greiða tíðarætlan (vekting 20 %)
• kostnaðarmeting (íroknað keyp og matrikulering av lendi) og fígging (vekting 10%)
Fyritreytir:
• byrjast skal uppá bygging í seinasta lagi eitt ár eftir, at tikið er av tilboði og sáttmáli gjørdur.
• umhvørvið er trivnaðarumhvørvi, og verkætlanirnar skulu taka atlit til hetta.
Skrivligt tilboð skal latast Vestmanna kommunu á
vestmanna@vestmanna.fo,
ella til
Bakkavegur 8
350 Vestmanna,
í seinasta lagi tann 12. apríl 2023, kl. 12.00.
Innkomnu tilboðini verða viðgjørd av arbeiðsbólki, sum ger tilmæli til bygdarráðið. Endalig støða verður tikin til innkomnu tilboðini á bygdarráðsfundi 27. apríl 2023. Bygdarráðið skilar sær rætt til at velja ímillum innkomnu tilboðini, ella onki tilboð at velja.
Áhugað, ið hava spurningar, kunnu venda sær til teknisku deild á tlf. 770105.
Grundstykki
Trivnaðarumhvørvi