Fundir Bygdarráðsins
§ 1. Bygdarráðsfundirnir eru almennir. Bygdarráðið kann tó gera av, at ávís mál verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum, sambært §26 í kommunustýrislógini.
Stk. 2. Fundardagar verða ásettir í byrjan av árinum og lýstir í kunngerðartalvuni og á heimasíðuni hjá kommununi.
Stk. 3. Bygdarráðsfundir verða útsettir, um tað vísir seg, at fundurin ikki er viðtøkuførur. Nýggjur fundardagur verður kunngjørduríkunngerðartalvuni og á heimasíðuni hjá kommununi.
§ 2. Uttan so at Bygdarráðið í tí einstaka førinum tekur aðra avgerð, skulu niðanfyri nevndu mál verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum:
a) Mál har mett verður um persónlig viðurskifti
b) Mál um keyp og sølu av føstum ognum,
c) Mál um leigu og útleigan av føstum ognum
d) Kostnaðarætlanir og tilboð viðvíkjandi byggiarbeiðum, tilfarsveitingum o.ø.
Stk. 2. Spurningurin, um eitt mál skal verða viðgjørt fyri stongdum hurðum, skal verða viðgjørdur á fundi fyri stongdum hurðum, um Bygdarráðið ella borgarstjórin ger tað av.
Stk. 3. Mál, ið skulu verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum, verða helst at goyma til seinast.
§ 3. Um ein áhoyrari órógvar bygdarráðsfundin, kann borgarstjórin koyra hann og um neyðugt allar áhoyrarnar út. Borgarstjórin kann goyma sessir til tíðindafólk.
§ 4. Um limur ikki kann møta á fundi, boðar hann borgarstjóranum ella kommunuskrivstovuni frá hesum, áðrenn fundurin byrjar. Á hvørjum fundi verður skrivað í gerðabókina,hvørjir limir vóru á fundi.
Fundarskrá og málsframløga
§ 5. Um limur seinast 8 gerandisdagar framman undan regluligum bygdarráðsfundi skrivliga hevur biðið um at fáa viðgjørt eitt mál, setur borgarstjórin málið á skránna til komandi fund.
Stk. 2. Borgarstjórin syrgir fyri, at fundarskrá verður send hvørjum limi minst 4 arbeiðsdagar áðrenn regluligan bygdarráðsfund.
Stk. 3. Tá eitt mál er sett á skránna til ein regluligan bygdarráðsfund, skal tað tilfar, ið er neyðugt til tess at gera sær eina meting um málið, um tað ikki longu er sent bygdarráðslimunum, verða lagt fram á kommunuskrivstovuni minst 3 arbeiðsdagar áðrenn fundin, herav seinasta dagin millum kl. 18 og 20. Eitt yvirlit yvir málini skal samstundis vera til skjals.
Stk. 4. Samstundis sum boðað verður til eykafundar, letur borgarstjórin í so stóran mun sum møguligt limirnar vita, hvørji mál koma til viðgerðar á fundinum. Avgerð um eykafund verður almannakunngjørd, um høvi er til tess.
Viðtøkuføri, fundarleiðsla og fundarsiður
§ 6. Bygdarráðið er viðtøkuført, tá ið minst helvtin av limunum eru á fundi.
Stk. 2. Borgarstjórin, og um honum berst frá, varaborgarstjórin, leiðir bygdarráðsfundirnar. Hann tekur avgerð í øllum spurningum um samráðingarleiðslu, og hann ansar eftir, at fundirnir fara sømiliga fram. Eisiniger hann av, hvussu spurningarnir, ið atkvøtt verður um, skulu verða orðaðir.
Stk. 3. Hann, ið ynskir at røða á fundinum, skal venda sær til borgarstjóran, sum letur limirnar røða í teirri raðfylgju, teir hava biðið um orðið. Um fleiri biðja um orðið í senn, avger borgarstjórin raðfylgjuna.
Stk. 4. Hvør limur eigur at lýða avgerðum borgarstjórans, tá ið tað snýr seg um at halda vanligan fundarsið. Er ein limur 2 ferðir á sama fundi biðin um at fara siðiliga fram, kann bygdarráðið eftir uppskoti borgarstjórans nokta honum orðið á hesum fundi.
Stk. 5. Øll uppskot til samráðingar verða sett borgarstjóranum. Tá ið borgarstjórin heldur orsøk vera til tess, ella tá 3 limir krevja tað, skal orðaskiftið verða lagt niður og uppskotið sett undir atkvøðu, so at endi kann verða fingin á samráðingunum.
Stk. 6. Borgarstjórin kann lata bygdarráðið gera av mál, ið hann sjálvur hevur rætt at taka endaliga støðu til.
§ 7. Borgarstjórin ger av, í hvørji raðfylgju málini koma til viðgerðar, og hann kann víkja frá raðfylgjuni á fundarskránni. Kortini ger bygdarráðið av, í hvørjari raðfylgju málini skulu verða viðgjørd, um minst 3 limir krevja atkvøðugreiðslu hesum viðvíkjandi.
Stk. 2. Tá bygdarráðsfundur byrjar, kann ein og hvør limur krevja orðið til fundarskránna, eisini viðvíkjandi spurninginum um at mál, sum eru ætlað at verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum, ístaðin verða viðgjørd á almennum bygdarráðsfundi – og hin vegin.
§ 8. Eitt mál verður bert viðgjørt eina ferð, um ikki annað er ásett í lóggávuni, ella bygdarráðið samtykkir, at málið skal verða viðgjørt tvær ferðir. Ársfíggjarætlanin skal tó verða viðgjørd tvær ferðir sambært §39 í kommunustýrislógini.
Stk. 2. Við fyrstu viðgerð verður ikki atkvøtt um endaliga úrslitið av málinum, men einans um, at tað skal fara til aðru viðgerð. Hvør limur hevur rætt til at siga sína hugsan um eitt mál, áðrenn bygdarráðið tekur avgerð um, at tað skal fara til aðru viðgerð. Frá fyrstu til aðru viðgerð skulu ganga minst 24 tímar. Frá fyrstu til aðru viðgerð av ársfíggjarætlanini skulu ganga í minsta lagi 14 dagar sambært §39 í kommunustýrislógini.
Stk. 3. Tá eitt mál verður viðgjørt tvær ferðir, skulu skjølini, ið hoyra til málið, um hetta er møguligt aftaná fyrstu viðgerð, verða løgd fyri limirnar.
Stk. 4. Mál kunnu koma til umrøðu á afturlatnum fundi í fyrsta umfari og til viðgerðar á opnum fundi í øðrum umfari.
Luttøka limanna í samráðingum og atkvøðugreiðslu
§ 9. Bygdarráðslimur hevur skyldu at boða frá, um hann heldur iva vera um sítt gegni.
Stk. 2. Bygdarráðið ger av, um eitt mál er slíkt áhugamál hjá einum limi, at hann ikki eigur at taka lut í fundarviðgerðini og atkvøðugreiðsluni málinum viðvíkjandi. Um so er, skal avvarðandi fara út úr fundarhølinum, meðan málið verður viðgjørt; tó kann honum ikki verða noktað at taka lut í samráðingunum og atkvøðugreiðsluni viðvíkjandi spurninginum, um hann skal fara av fundinum undir málsviðgerðini.
§ 10. Limir kunnu bert vera við í atkvøðugreiðsluni, um teir persónliga eru til staðar, meðan hesar fara fram.
Atkvøðugreiðsla, broytingaruppskot og eyka broytingaruppskot
§ 11. Atkvøðugreiðsla fer fram á tann hátt, at limirnir reisa seg ella rætta hondina upp, og endur-kanning verður gjørd.
Stk. 2. Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta, um ikki annað er fyriskipað í lóggávuni. Eitt uppskot er samtykt, um í minsta lagi helmingurin av teimum, sum greiða atkvøðu, atkvøða fyri; standa atkvøðurnar á jøvnum, er uppskotið fallið.
Stk. 3. Heldur borgarstjórin, at eitt mál liggur so greitt fyri, at atkvøðugreiðsla er óneyðug, sigur hann sína áskoðan um, hvussu málið kann verða avgjørt. Krevur eingin limur tá atkvøðugreiðslu, kann borgarstjórin gera av, at málið er avgjørt samsvarandi hansara áskoðan.
Stk. 4. Val kunnu fara fram við skrivligari atkvøðugreiðslu á seðlum, sum borgarstjórin býtir út. Um borgarstjórin heldur, at bygdarráðið fer at velja ella endurvelja eitt ávíst valevni, kann hann skjóta upp, at avvarandi verður valdur uttan atkvøðugreiðslu. Krevur eingin limur tá skrivliga atkvøðugreiðslu, er valevnið, sum er skotið upp, valt.
§ 12. Broytingar- og eykabroytingaruppskot kunnu verða sett fram, um atkvøðugreiðsla ikki er byrjað, og ikki er neyðugt at seta fram ella taka fyrivarni viðvíkjandi slíkum uppskotum undir 1. viðgerð av einum máli, sum skal verða viðgjørt 2 ferðir, samanber tó stk.2.
Stk. 2. Í málum, sum skulu verða viðgjørd 2 ferðir, kann bygdarráðið samtykkja at seta eina tíðar-freistfyri at seta fram broytingaruppskot og eftir umstøðunum eisini eykabroytingaruppskot, og um so er, kunnu slík ikki verða sett fram aftaná, at freistin er úti, uttan at bygdarráðið við atkvøðu-meiriluta gevur sítt samtykki hesum viðvíkjandi.
Stk. 3. Um broytingar- og eykabroytingaruppskot ikki eru gjørd limunum kunnug, áðrenn tey koma til 2. viðgerð, greiðir borgarstjórin frá uppskotunum beinan vegin, samráðingarnar byrja. Borgarstjórin ger av, í hvørji raðfylgju atkvøtt verður um broytingaruppskotini, men kortini soleiðis, at atkvøðugreiðsla um tey altíð fer fram, áðrenn atkvøtt verður um høvuðsuppskotið.
Stk. 4. Uppskot um nevndarval og um at senda eitt mál til eina fyrr valda nevnd, ella til víðari viðgerð í eini fyrr valdari nevnd, kunnu verða framsett, so leingi atkvøðugreiðsla um málið ikki er byrjað. Verður slíkt uppskot sett fram, aftaná at samráðingar eru byrjaðar, verða hesar steðgaðar, og tekur bygdarráðið so støðu til, um málið skal fara til nevndarviðgerð.
Meirilutaval
§ 13. Við meirilutaval er tað valevni valt, sum fær meira enn helmingin av greiddu atkvøðunum. Fæst slíkur meiriluti ikki við fyrstu atkvøðugreiðslu, verður atkvøtt umaftur. Fær heldur eingin hesa ferð meira enn helmingin av greiddu atkvøðunum, verður bundið val millum tey valevni, sum við aðru atkvøðugreiðslu fingu flestar atkvøður, tó soleiðis, at um fleiri enn tvey hava líka nógvar atkvøður, verður kastaður lutur um, hvørji tvey atkvøtt skal verða um við tað bundna valið. Er atkvøðutalið eins við bundnu atkvøðugreiðsluna, verður avgerð tikin við lutakasti, sum borgarstjórin skipar fyri.
Lutfallsval
§ 14. Tá bygdarráðið skal velja tveir ella fleiri limir í eina nevnd, fer slíkt val fram eftir lutfalsvalháttinum.
Stk. 2. Lutfalsval fer fram fram eftir hesum reglum:
Limir bygdarráðsins kunnu býta seg í bólkar. Limirnir í hvørjum bólki boða frammanundan borgar-stjóranum frá, at teir vilja atkvøða saman við valið, sum skal fara fram. Limatalið í hvørjum bólki verður býtt við 1,2,3 o.s.fr. Býtingartalið, sum tá kemur fram, ásetur, í hvørjum rað hvør bólkur sær kann velja síni umboð. Eru 2 ella fleiri býtingartøl eins stór, verður raðfylgjan avgjørd við lutakasti, sum borgarstjórin skipar fyri. Tá avgjørt er, hvussu mong umboð hvør bólkur skal hava, eiga bólkarnir at siga borgarstjóranum frá beinan vegin, hvør skal verða teirra umboð. Sigur ein bólkur frá sær rættin til at seta eitt ella fleiri umboð, verða ósettu plássini býtt ímillum hinar bólkarnar á sama hátt, sum tilskilað er omanfyri.
Stk. 3. Tá nevnd skal verða vald, har limirnir skulu vera bæði úr bygdarráðnum og uttanfyri, fer valið fram í senn millum teir limir, bygdarráðið skal velja. Í tí rað, sessirnir lutast einum bólki, kann hesin tilnevna limir ella ikki-limir í bygdarráðnum, til annað slagið av sessum er sett.
Stk. 4. Har borgarstjórin er fastur limur í nevnd, stjórn ella tílíkum, sum bygdarráðið velur, verður sessur hansara at rokna sum ein av teimum sessum, sum bólkur hansara hevur rætt til.
Stk. 5. Fer bygdarráðslimur í valskeiðinum úr eini nevnd, har hann er valdur av einum ávísum bólki, skal hesin bólkur seta annan í hansara stað.
Stk. 6. Hevur limur havt forfall í meira enn 14 samfullar dagar, kann bólkur hansara seta annan í hansara stað.
Stk. 7. Tilnevnir bygdarráðið í semju ella uttan atkvøðugreiðslu ein lim í nevnd, stjórn ella tílíkt, skal samstundis avgerð verða tikin um, hvør bólkur skal fáa avvarðandi sess, um hann verður leysur, sambært stk. 5.
Gerðabók o.a.
§15. Samtyktir bygdarráðsins verða skrivaðar í gerðabók.
Stk. 2. Hvør limur kann krevja sína frávíkjandi støðu í stuttum skrivaða í gerðabókina, og tá tað snýr seg um mál, sum skulu sendast øðrum myndugleika, kann hann eisini krevja, at myndugleikin verður kunnaður um tað, sum stendur í gerðabókini.
Stk. 3. Tá ein fundur er lokin, og gerðabókin lisin upp, skal hon verða undirskrivað av øllum, sum hava verið á fundinum. Limirnir kunnu ikki við at vísa til atkvøðugreiðslu teirra, ella av øðrum orsøkum bera seg undan at skriva undir gerðabókina.
Aðrar fyriskipanir
§16. Hvør limur hevur skyldu til, meðan bygdarráðsfundur er, at halda seg til ta avgerð, sum borgarstjórin tekur, viðvíkjandi fatan av tí, sum er fyrisett í hesi fundarskipan. Tó kann málið verða lagt fyri bygdarráðið á næsta bygdarráðsfundi.
Gildiskoma og broytingar í fundarskipanini
§ 17. Henda fundarskipan fær gildi tann 01.11.2009
§ 18. Bygdarráðið skal viðgera uppskot til broyting í ella ískoyti til fundarskipanina á tveimum vanligum bygdarráðsfundum.
Samtykt á bygdarráðsfundum tann 29. septembur 2009 og 27. oktobur 2009.
Vestmanna Bygdarráð