Vallistin til skúlastýrisvalið 10. november 2020 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligu avgreiðslutíðini frá 19.10.2020 til og við 02.11.2020.
Fólk, sum ikki eru á vallistanum, og sum hava valrætt og valbæri sbrt. § 2 í kunngerð nr. 86 frá 06.10.2008, skulu venda sær til formannin í valnevndini í seinasta lagi 7 dagar undan valinum við undirskrivaðari váttan fyri at koma á vallistan.
Vestmanna 19. oktober 2020
Vestmanna Kommuna