KAPITTUL IV
NEVNDIR
Almennar ásetingar um virksemið hjá nevndunum
§ 7. Til at taka sær av teirri beinleiðis fyrisitingini av viðurskiftunum hjá kommununi verða hesar nevndir skipaðar (KSL §28,1):
- Fíggjarnevnd
- Teknisk nevnd
- Trivnaðarnevnd
- Vinnu- og havnarnevnd
Stk. 2. Bygdarráðið kann seta aðrar fastar nevndir. Bygdarráðið kann somuleiðis seta serstakar tíðaravmarkaðar ráðgevandi nevndir og arbeiðsbólkar, sum skulu taka sær av ávísum málum ella gera fyrireikandi og ráðgevandi arbeiði fyri bygdarráðið. (KSL §36)
§ 8. Borgarstjórin kann kalla nevndarlimirnar í einari ella fleiri nevndum saman at tosa um felags áhugamál. (KSL §30)
§ 9. Nevndarforfólkið ansar eftir, at farið verður fram eftir nevndarsamtyktunum. Hann ansar somuleiðis eftir, at allar útreiðslur og inntøkur hava neyðuga játtan. (KSL §31,1)
Stk. 2. Viðvíkjandi fíggjarætlan og eykajáttanum gera føstu nevndirnar, gjøgnum fíggjarnevndina, tilmæli til bygdarráðið. (KSL §38,4)
KAPITTUL V
FÍGGJARNEVNDIN
§ 10. Í fíggjarnevndini sita borgarstjórin, ið er nevndarforfólk, og tveir aðrir bygdarráðslimir.
Nevndin samskipar arbeiðið hjá øllum nevndum undir bygdarráðnum.
Stk. 2. Nevndin tekur sær av umsitingini av teimum viðurskiftum, sum eru løgd til hana sambært kapitul 8 í kommunustýrislógini.
Stk. 3. Nevndin ger uppskot og tilmæli til bygdarráðið um
- fíggjarætlan
- kassa- og bókhaldsførsluskipanina hjá kommununi
- lántøku, veðsetan, rakstraravlop og tílíkt
Stk. 4. Nevndin tekur sær av fíggjarligu ráðleggingini og samskipar kommunalu ráðleggingaruppgávurnar.
Nevndin ger felags forskriftir fyri ráðleggingina og hjálpir hinum nevndunum við at útvega neyðugt grundarlag fyri teirra ráðleggingararbeiði.
Nevndin ger metingar um fíggjarligar avleiðingar av teimum gjørdu ætlanaruppskotunum og ger tilmæli til bygdarráðið.
Ein frágreiðing frá nevndini skal fylgja við einum og hvørjum máli, sum viðvíkur kommunalum ráðleggingaruppgávum, tá málið verður lagt fyri bygdarráðið til avgerðar.
Stk. 5. Nevndin tekur sær av umsitingini av
- keypi, sølu og veðseting av fastari ogn
- lánum
- starvsfólka- og lønarviðurskiftum
- tryggingum av ognum, starvsfólkum o.ø.
- millumkommunalum samstørvum
- stuðulsumsóknum
- vinabýarsamstørvum
- dátuvernd
§ 11. Nevndin ger reglur fyri
- skipan av umsitingarliga eftirlitinum sambært §13
- hvussu borgarstjórin og umsitingin skulu fara fram í starvsfólkamálum
- samskipan av keypi
§ 12. Nevndin hevur eftirlit við
- at fíggjarognir verða umsitnar ráðiliga og í samsvar við avgerðir hjá bygdarráðnum
- at umsitingin av kommunukassanum og roknskaparføringini hjá kommununi er ráðilig
- at ikki verður farið út um játtanirnar á fíggjarætlanini
- at skjalagoymslan hjá kommununi er ráðilig
§ 13. Nevndin skal fyri 1. oktober leggja uppskot til fíggjarætlan fyri bygdarráðið. (KSL §39)
Stk. 2. Við hvørja upphædd í uppskotinum skal í so stóran mun sum gjørligt vera viðmerkt:
- tann upphædd, ið verður skotin upp fyri komandi ár
- tann upphædd, ið er avsett fyri verandi fíggjarár
- tann upphædd, ið er inngoldin ella brúkt í farna fíggjarári
Um roknskapurin fyri undanfarna ár ikki er liðugur, kunnu fyribils tøl úr honum verða nýtt.
Stk. 4. Viðmerkingar skulu vera til hvørja kontu, sum siga undir hvørjum treytum upphæddin kann brúkast, og hvør ið hevur ábyrgd av kontuni.
Stk. 5. Tær íløgu- og fíggjarætlanir, ið nevndin hevur gjørt, verða lagdar fram saman við uppskotinum til ársfíggjarætlanina.
§ 14. Fíggjarnevndin skal ansa eftir, at øll peningaogn hjá kommununi er goymd á tryggan hátt.
Stk. 2. Tær peningaognir, ið ikki eru neyðugar at hava til taks í reiðum peningi fyri at greiða dagligu útreiðslurnar, skulu verða settar inn í peningastovn, á postgiro ella í tílík lánsbrøv, sum verða nýtt, tá ið tað snýr seg um ognir hjá ómyndingum.
Stk. 3. Virðisbrøv skulu hava átekning um, at tey eru ogn hjá kommununi, og at eingin hevur ræði á teimum uttan samtykt bygdarráðsins. Um til ber, skal átekningin verða skrivað í bók hjá viðkomandi stovni. (KSL §42)
§ 15. Grannskoðari hjá kommununi er Januar, Løggilt grannskoðanarvirki P/F, Postboks 30, FO-110 Tórshavn.
KAPITTUL VI
Hinar føstu nevndirnar
TEKNISKA NEVND
§ 16. Tekniska nevnd hevur tríggjar limir.
Stk. 2. Nevndin tekur sær av umsitingini av teimum kommunalu uppgávunum á tí tekniska økinum, lendisøkinum og umhvørvisøkinum viðvíkjandi.
- bygdarskipan og byggisamtykt
- byggi- og bústaðarviðurskiftum
- vegum og gøtum
- vatnveiting
- spillivatnsskipanum
- ruskinnsavnan, rottangaviðurskiftum og ruskplássum
- gøtuljósum
- samferðslu og ferðsluviðurskiftum
- áum og veitum
- hegn og bøgørðum
- umhvørvis- og náttúruvernd
- leysgangandi djórum
- kirkjugørðum og minnisvarðum
Stk. 3. Í samstarvi við fíggjarnevndina ger nevndin, samb. §10, uppskot og tilmæli til bygdarráðið um
- íløguætlanir fyri økini, sum eru nevnd í stk. 2
- gjøld fyri veitingarvirki
Stk. 4. Nevndin tekur sær av rakstri og viðlíkahaldi av
- kommunalum virkjum og veitingarvirkjum, sum eru partur av ábyrgdarøkinum hjá nevndini
- frárensluverkum
- kommunalum bygningum og útbúnaði, sum ikki hoyra undir eina aðra nevnd
TRIVNAÐARNEVNDIN
§ 17. Trivnaðarnevndin hevur tríggjar limir.
Stk. 2. Nevndin tekur sær av umsitingini av teimum kommunalu uppgávunum á undivísingar- og mentanarliga økinum, og almanna- og heilsuøkinum viðvíkjandi
- fólkaskúlanum, frítíðar- og kvøldskúla
- ungdómshúsi og frítíðartiltøkum fyri børn og ung
- bókasøvnum og øðrum søvnum
- musikkskúlum
- kommunulækna, barnatannlækna og heilsufrøðingi
- mentanar- og trivnaðartiltøkum
- fornminnum
- barnaansing og dagstovnum
- kommunalum frí- og frítíðarøkjum
- fríðkan av kommununi
Stk. 3. Í samstarvi við fíggjarnevndina, samb. §10, ger nevndin uppskot og tilmæli til bygdarráðið um rakstrar- og viðlíkahaldsætlanir fyri bygningar á økinum hjá nevndini,
íløguætlanir fyri økini, sum eru nevnd í stk. 2
VINNU- OG HAVNARNEVND
§ 18. Vinnu- og havnarnevndin hevur 3 limir.
Stk. 2. Nevndin tekur sær av umsitingini av teimum kommunalu uppgávunum á havnarlagnum og vinnuøkjum,
sum umfata
- alt virksemið á havnarlagnum og á havnarøki annars
- smábátahavn og bátahylar
- gjøld, m.a. lendisleiga, bátapláss, havnargjøld, vørugjøld, el- og vatnsøla
- umsiting av bygningum o.ø. á havnarlagnum
- útbygging av havnarlagnum
- hvalvágna
- vinnuviðurskiftum og líknandi málum
- ferðavinnu
Stk. 3. Í samstarvi við fíggjarnevndina ger nevndin, samb. § 10, uppskot og tilmæli til bygdarráðið um
- íløguætlanir fyri økini, sum nevnd eru í stk. 2.
KAPITTUL VII
ONNUR VIÐURSKIFTI
§ 19. Bygdarráðslimur kann skrivliga heita á borgarstjóran um at fáa upplýsingar og tekniska hjálp í samband við fyrireiking til fundir. (KSL §16)
Stk. 2. Borgarstjórin ansar eftir, at allir bygdarráðslimirnir fáa upplýsingarnar, sum eru útvegaðar samb. stk.1.
§ 20. Beinleiðis atgongd til skjalagoymsluna er avmarkað til borgarstjóran og skrivaran.
Stk. 2. Borgarstjórin setur nærri reglur um mannagongdir viðvíkjandi journalskipanini. (KSL §17)
§ 21. Hesar viðtøkur fáa gildi tann 1. mars 2025.
Stk. 2. Uppskot til broytingar í hesum viðtøkum og uppískoyti skulu vera viðgjørd á tveimum bygdarráðsfundum og skulu í minsta lagi vera 14 dagar ímillum hvønn fundin.
Soleiðis samtykt á bygdarráðsfundum tann 22. januar 2025 og 26. februar 2025.