Hvør hevur valrætt og valbæri til kommunuval?
Tú hevur valrætt og valbæri til kommunuval um
- tú ert 18 ár og annars lýkur treytirnar fyri valrætti og valbæri til løgtingið,
- tú ert tilmeldaður fólkayvirlitið í avvarðandi kommunu í seinasta lagi 2 vikur áðrenn tann dagin, valið fer fram og
- tú valdagin framvegis ert búsitandi í kommununi.
Ríkisborgarar úr øðrum londum hava valrætt og valbæri til kommunuval, um teir hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum. Hetta er eitt undantak til kravið um at tú skalt lúka treytirnar fyri valrætti og valbæri til løgtingið fyri at kunna velja til kommunuvalið.
Fyri at útinna valrættin skalt tú standa á vallistanum í kommununi.
Um onkur er komin á vallistan, men sum ikki longur er fastbúgvandi í kommununi, hevur hann ikki rætt til at velja.
Lesandi, sum hava bústað uttanlands, hava ikki valrætt og valbæri til kommunuval, grundað á at tey hvørki lúka treytina um at vera tilmeldaður fólkayvirlitið í avvarðandi kommunu í seinasta lagi 2 vikur áðrenn valdagin og um at vera búsitandi í kommununi sjálvan valdagin.