Skúlastýrisval verður týsdagin 12. november 2024.
Tá skulu 3 foreldraumboð veljast í skúlastýrið fyri Vestmanna Skúla. Hetta valið fer fram samstundis, sum val er til allar føroyskar kommunur.
Valrætt og valbæri
Valrætt og valbæri til skúlastýrisval hevur hvør tann, ið hevur foreldramyndugleikan yvir barni, sum er skrivað inn í skúlan, sbrt. § 50, stk. 2, nr. 2 í fólkaskúlalógini.
Tað er borgaraskylda at lata seg velja sum foreldraumboð. Hetta er galdandi fyri tey, sum hava foreldramyndugleika yvir barni/børnum í skúlanum. Tann, sum hevur verið skúlastýrislimur í tvey valskeið, hevur tó ikki skyldu til at lata seg stilla upp. Kommunustýrið kann eftir umbøn sleppa einum valevni undan at koma á vallista, um serlig viðurskifti tala fyri hesum.
Vallisti
Ein vallisti verður gjørdur við teimum, sum í næmingayvirliti skúlans eru skrásett sum foreldur at næmingunum. Vallistin skal verða gjørdur í seinasta lagi tríggjar vikur undan valdegnum og skal liggja frammi í skrivstovu skúlans ella kommunuskrivstovuni í 14 dagar.
Fólk, sum ikki eru á vallistanum, og sum hava valrætt og valbæri, skulu venda sær til formannin í valnevndini í seinasta lagi sjey dagar undan valinum við undirskrivaðari váttan fyri at koma á vallistan.
Uppstillingarfundur
Boðað verður til uppstillingarfund í seinasta lagi 14 dagar undan valdegnum, har greitt verður frá, hvørjar reglur eru galdandi á valinum og har onnur viðurskifti, sum hava týdning í hesum sambandi, verða umrødd. Eftir fundin hava tey, sum møtt eru, høvi til at hava uppstillingarfund og lata inn uppstillingarlistar.
Uppstillingarlistar
Á hvørjum uppstillingarlista kunnu vera í mesta lagi tvífalt so nógv valevni, sum skulu veljast.
Á uppstillingarlistunum skulu í minsta lagi vera eins nógvir stillarar, sum talið á uppstillaðum valevnum. Ein stillari skal vera tilskilaður á listanum sum ábyrgdarhavandi. Eingin kann vera stillari á meira enn einum uppstillingarlista og heldur ikki stillari á einum uppstillingarlista, sum viðkomandi sjálvur er uppstillaður á. Ábyrgdarhavandi stillari skal geva teimum uppstillaðu valevnunum á listanum boð um, at tey eru á listanum.
Uppstillingarlistarnir skulu vera valnevndarformanninum í hendi í seinasta lagi kl. 18.00 7 dagar undan valdegnum.
Valevnislistar
Valnevndin ger ein valevnislista við øllum teimum góðkendu valevnunum. Hesi verða sett upp í bókstavarøð uttan listafrámerki. Við støði í valevnislistanum verða valevnini skipað í bókstavarøð á atkvøðuseðlinum.
Brævatkvøða
Veljarar, sum ikki kunnu møta á valdegnum, kunnu við at venda sær til formannin í valnevndini, Maud Poulsen, tlf. 584745. atkvøða við brævatkvøðu í seinasta lagi kl. 18 dagin fyri valdagin.
Sjálvt valið
Veljarar, sum ynskja at atkvøða, eiga at møta upp á valstaðnum týsdagin 12. november 2024. Valstaðið í Vestmanna er ítróttarhøllin. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 fyrrapart og heldur fram til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Valnevndin kann krevja samleikaprógv, áðrenn veljarin fær atkvøðuseðilin.
Valt verður á tann hátt, at veljarin setir ein kross fyri einum valevni.
Uppteljing
So skjótt sum atkvøðugreiðslan er av, verður talt upp. Uppteljingin er almenn.
Sessirnir verða lutaðir millum valevnini eftir persónliga atkvøðutalinum. Valevnini verða vald í mun til, hvussu nógvar persónligar atkvøður tey fáa. Um tvey valevni hava fingið eins nógvar atkvøður, verður lutakast um sessin. Tey valevni, sum ikki verða vald, eru tiltaksumboð. Persónligu atkvøðutølini avgera í hvørji røð, tiltakslimirnir eru valdir.
Valnevndin boðar nývaldu foreldraumboðunum og tiltaksumboðunum frá valinum, og samstundis verður valúrslitið sent kommunustýrinum, sum almannakunnger valúrslitið.
Meiri er at lesa um skúlastýrini og virksemi teirra her.