Vallistin til skúlastýrisvalið 12. november 2024 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligu avgreiðslutíðini til við 05.11.2024.
Fólk, sum ikki eru á vallistanum, og sum hava valrætt og valbæri sbrt. § 2 í kunngerð nr. 86 frá 06.10.2008, skulu venda sær til formannin í valnevndini í seinasta lagi 7 dagar undan valinum við undirskrivaðari váttan fyri at koma á vallistan.
Valnevndarforkvinnan er Maud Poulsen, tlf. 584745.