Nú verður aftur møguligt hjá borgarum at brenna bál á nýggjárinum.
Á fundi 28. septembur 2023 samtykti bygdarráðið, at kommunan ikki skipar fyri felagsbáli í ár, og tí verður aftur loyvt hjá borgarum at brenna bál á nýggjárinum.
Tey, ið ætla at brenna nýggjársbál, skulu biðja um loyvi frá kommununi.
At brenna bál er hugnaligur siður. Men verður ikki rætt farið fram, kann sót og eitrandi evni í roykinum elva til heilsuskaða.
Sambært grein 12, stk. 3, í kunngerð nr. 147, frá 19. oktobur 1995 um burturkast kann loyvi til at brenna nýggjársbál verða givið sambært góðkenning frá kommununi, um tað ikki hevur við sær ampa fyri grannalagið.
- Áðrenn bálið verður kynt, er umráðandi at fáa loyvi frá kommununi til at brenna størri bál, so sum nýggjársbál. Bál, sum eru størri enn 1,2 m í tvørmát, eru at rokna sum stór bál.
- Tá bál verður kynt, er umráðandi einans at brenna óviðgjørdan við og annað, ið ikki dálkar og er ætlað sum brenni. T.d. træplattar, trækassar og greinar, og ikki at brenna burturkast, ið kann dálka ella vera til skaða ella ampa.
- Tá bálið er slóknað, er umráðandi at beina burtur leivdir frá bálinum og lata tær til kommunalu burturkastskipanina.
Endamálið við at brenna bál má tó ongantíð verða at sleppa sær av við stórar nøgdir av burturkasti.
Er tú ein teirra, sum ætlar at skipa fyri einum nýggjársbáli, skal tú venda tær til kommununa og biðja um loyvi.
Innkomnar umsóknir verða viðgjørdar av brunaumsjónarmanninum, og spurningar í samband við umsókn um loyvi til at brenna bál kunnu setast honum á tlf. 770112.
Freistin fyri at søkja um loyvi til at brenna nýggjársbál er 22. desembur 2023, kl. 12:00.
Søkjast kann umvegis Vangan ella við telduposti til brand@vestmanna.fo.
Umsóknarblað fæst her.