Freistin fyri hesum útboð er farin
Hervið verður niðurtøka og burturbeining av húsunum (sethús og hjallur) á Toftavegi 21, Vestmanna, boðin út.
Húsini skulu takast niður, tilfarið skiljast og beinast burtur eftir treytum frá IRF. Í tilboðið skal bæði niðurtøka og burturbeining roknast.
Møgulig endurskiljing av tilfarinum við móttøku hjá IRF skal roknast upp í tilboðið sum ein serskilt upphædd.
Afturat niðurtøku og burturbeining av húsunum skal niðanfyri standandi eisini roknast í tilboðið:
· niðurbróting av sethúsagrund og hjalsgrund
· avgrevstur av tilfari rundan um sethúsagrund og hjalsgrund. Tilfar, sum kann brúkast aftur, kann goymast á staðnum – annað tilfar skal beinast burtur í samráð við Vestmanna Kommunu.
· uppfylling (uml. 800 m3) til parkeringspláss – fyllast skal upp til javningarlag undir asfalti
· mold á skráar – skráarnir skulu rakast, hampast og sáast. Moldtjúkdin skal vera minst 20 cm frá ytstu steinunum í fylluni.
Fylling, koyring og útlegging av tilfari skal roknast upp í tilboðið.
Vestmanna Kommuna skilar sær rætt til at velja ímillum tilboðini ella einki tilboð at velja.
Skrivligt tilboð skal verða Vestmanna Kommunu í hendi í seinasta lagi 18. mai 2021, kl. 1200.
Vestmanna Kommuna
Bakkavegur 8
350 Vestmanna.
teldupostur: vestmanna@vestmanna.fo