Nógv hava ognað sær atgongumerki fyri tann bíligari prísin.
Enn er gjørligt at ognað sær atgongumerki fyri 400 kr á atgongumerki.fo
Um Rokkur í Vestmanna
Í samband við Vestmannadagarnar, ið vera í Vestmanna í døgunum 6. til 12. september verður stór rokkkonsert leygarkvøldið 11. september. Talan er nevnliga um eina konsert við føroysku Brim, Hamradun, MC-Hár og Deiggj, umframt kenda íslendska bólkinum Dúndurfréttir.Lokalu rokkararnir í Brim borga altíð fyri góðum rokki og góðum lagi, Deiggj borðreiðir við einum væl smurdum Uriah Heep showi, ið teir hava ferðast kring Føroyar og uttanldands við, ikki minst til tey vælumtóktu ”Easy livin´ við Gjógv” tiltøkini.
Hamradun fer við sínum serstaka dámi seta lív í rokkkvøldið við kendu føroysku kvæðunum og vísunum, ið teir hava umskapað við teirra heilt serliga sálarríka framferðarhátti.
Íslendsku Dúndurfréttir fara á pall við heimskendum løgum hjá Pink Floyd. Dúndurfréttir hava áður verið í Føroyum og spælt, men hatta verður fyrsti møguleikin at uppliva teir í Vestmanna, til hetta heilt serliga rokkkvøldið!
Kvøldið endar við svaka rapp rokkinum hjá MC-Hár, ið hava valt at hátíðarhalda 30 ára føðingardagin hjá bólkinum í Vestmanna í ár. Hetta er fyrsta konsertin hjá MC-Hár í Vestmanna í 26 ár.