Arbeiðið at gera nýggjan Fjalsveg er komið so mikið væl áleiðis, at tað verður byrjað at asfaltera í dag.
Mett verður, at nýggi parturin av Fjalsvegi verður liðugur í vikuni. Nýggja strekkið er áleið 450 metrar. Harafturat er brúgv gjørd tvørturum Gjógvará.
Síðan verður farið undir eldra partin av Fjalsvegi. Hann skal víðkast í støðum, snøggast og tryggjast betri, umframt at parkeringspláss verða gjørd.
Ímeðan eldri parturin er í gerð, er neyðugt hjá nøkrum av íbúgvunum á Fjalsvegi at koyra eftir Hornavegi fyri at sleppa til og frá húsum. Lýst verður, tá ið innari partur av vegnum verður stongdur.
Fjalsvegur verður ein sera góður vegur at koyra eftir, og tað kann kanska verða freistandi fyri summi at trýsta ov hart á speedaran. Nógv børn búgva á Fjalsvegi, og tað kann væntast, at fleiri børn fara eftir Fjalsvegi í skúla og í høllina. Tað er sera týdningarmikið fyri kommununa, at hetta verður ein trygg farleið fyri fótgangaran, og tí er ætlanin at seta bungur á vegin.
Arbeiðstakarin væntar, at allur Fjalsvegur er klárur at brúka í summar.