Nýggjur kalendari er lagdur á heimasíðuna, har ætlanin er, at flest øll tiltøk o.a. í kommununi verða løgd á, t.d.:
- nær bygdarráðsfundir eru
- freist at søkja um mentunarstuðul
- hvørji ferðamannaskip koma inn til Vestmanna Havn
- tiltøk í Vestmanna Bókasavn
- hvørji tónleikatiltøk eru
- o.s.fr.
Nýggja kalendaran finnur tú niðast á okkara heimasíðu vestmanna.fo
Eisini ber til at finna kalendaran ovast á heimasíðuni, undir spjaldrinum “kalendari”.
um tit kenna til tiltøk o.a. sum verða í Vestmanna Kommunu, so eru tit vælkomin at siga okkum frá, á vestmanna@vestmanna.fo, so leggja vit tað í kalendaran á heimasíðuni.
Sum nakað nýtt verða ferðamannaskip eisini lýst á heimasíðu okkara.
Tað er av og á, at okkurt ferðamannaskip hevur verið at sæð í Vestmanna seinnu árini, men ferðamannaskipini vera nú ein vanligari gestur í bygdini. Longu nú eru bíleggingar komnar til komandi summar.