Rannvá í Skálum er sett sum terapeutiskur leiðari í VEKS.
Tað verða støðugt fleiri eldri borgarar, og tað er sera umráðandi, at tey hava eitt heilsugott, aktivt og innihaldsríkt lív. Terapeutiska økið hevur stóran týdning í langtíðarætlanini fyri eldraøkið, og hetta verður nú uppraðfest.
Rannvá er 46 ár, og hon er útbúgvin fysioterapeutur við drúgvum royndum. Hon er ættað úr Hvalvík og búsitandi í Vestmanna.
– Eg søkti starvið, tí eg haldi langtíðarætlanina hjá VEKS vera spennandi. Hon kann viðvirka til, at fleiri fólk fáa góð ellisár, sigur Rannvá.
Í langtíðarætlanini hjá VEKS er grundsjónarmiðið, at tey flestu kunnu vera búgvandi í egnum heimi, um tey fáa røttu tænastuna.
– Flest fólk vilja verða gomul í egnum heimi. Heimið, har gerandisdagurin hevur givið lívinum innihald, bæði í viðgongd og mótgond. Tað er umráðandi at menna økið innan heilsustimbran, endur- og viðlíkahaldsvenjing, fyribyrgjan av sjúku, og tað er eisini umráðandi at leggja dent á einsemi.
Í nýggja bygnaðinum hjá VEKS verður eitt terapeutiskt toymi stovnað, sum Rannvá í Skálum skal leiða.
Eg vóni og vænti, at fleiri ergo- og fysioterapeutar halda okkara øki vera áhugavert, so toymið kann liva upp til grundsjónarmiðið, teimum eldru at frama.
Rannvá í Skálum byrjar í starvinum 21. august.