Vestmanna bygdarráð hevur á fundi 24. november 2023 samtykt reglugerð fyri flogfenaðhald, har endamálið við reglugerðini er at tryggja, at flogfenaðhald ikki er til ampa fyri grannar og onnur.
Umhvørvisstovan hevur tann 6. desembur 2023 góðkent reglugerðina.
Reglugerðin verður sett í gildi tann 01. januar 2024, við heimild í §§ 26 og 32 í kunngerð nr. 53 frá 3. mai 1994 um umhvørvisreglur við seinni broytingum.
Eru ivamál ella spurningar í samband við flogfenaðhald, kanst tú venda tær til kommunuskrivstovuna.
Reglugerðin kann lesast her.