Aftur í ár hevur Vestmanna kommuna sett sær fyri, at heilsan hjá borgarum skal raðfestast hægri í mai. Allan mai mánað verða tiltøk á skránni, har dentur verður lagdur á bæði likamligu og sálarligu heilsuna hjá borgarum í Vestmanna, og tað er borgarin, sum sjálvur ger av, hvussu virkin og hvørji av tiltøkunum og heilsutilboðunum passar viðkomandi best.
Eitt nú vera gongutúrar, fimleikur, badminton, heilsufótbóltur, havatúrar og annað stuttligt og áhugavert.
Lagt er eisini upp til, at onnur av sínum eintingum eru við til at skapa ein serliga dám í Vestmanna, har heilsan fær uppmerksemi. Øll eru vælkomin við, og einans hugflogið setur mark fyri, hvat letur seg gera, tá heilsan skal røkjast.
Mánaðurin, ið vit hava valt at kalla Røslureikan, byrjar í dag (mánadagin 2. mai 2022) í Ítrottarhøllini. Veðrið kann føra til nakrar broytingar. Fylgið við á vestmanna.fo.
Vit gleða okkum at síggja tykkum!
Skráin er dagførd tann 4. mai 2022 kl 12:00