Mentanarnevndin hevur samtykt, at Silja Strøm skal prýða móttøkuna hjá Vestmanna kommunu.
Hetta er ein liður í arbeiðinum hjá nevndini at uppraðfesta list í bygdini og at vísa á øll tey dugnaligu listafólkini, sum eru sprottin úr bygdini.
Bjørg á Rógvi, borgarstjóri, leggur dent á, at Bygdarráðið hevur skyldu til at raðfesta list og vísa á tey framúr góðu listafólkini, sum bygdin hevur fostrað.
Silja Strøm er úr Vestmanna við útbúgving frá The Glasgow School of Art. Hon arbeiðir bæði í Bretlandi og Føroyum og hevur havt nógvar framsýningar úti og heima. Nevnast kunnu t.d. serfamsýningin Listaleikir í Listasavni Føroya í 2019, listaprýðingar til nýggju politistøðina í Havn í 2021 og svimjihøllina í Gundadali í ár.
Silja er errin og takksom fyri sýnda álitið. Listaverkið verður liðugt og víst fram fyrst í komandi ári.
Soleiðis skrivar Silja til Vestmanna kommunu:
Minnið er ein nál, sum seymar inn og út, upp og niður, higar og hagar. Hvat hendir nú, hvat kemur aftan á. Vit kunnu bara gita. Tá eg seti meg við mítt arbeiðsborð, endurtaki eg eina av teimum vanligastu rørslunum í heiminum. Seti kaffikoppin á borðið, blýant ella pensil í hendi og seti oddin á eina blanka flatu. Tá forstýrast túsund syndrað hugabrot. Fyrst bjørt, so kám, nú hangandi, blaktrandi. Sum løk ið hanga á snóri. Ein gerandis mynd sum ongin skammast av, tí okkara mest einfalda virki táttar í við flákrandi veingjum og ljós sum tendrast og skýma.
Silja Strøm bjóðar áskoðarunum inn í eitt rúm, har sum persónar og lutir eru tætt samanknýttir. Við bæði persónligum og meira sakligum tilgongdum lýsir hon longsul eftir nærleika og menniskjaligari samveru.
Myndirnar hava ein undirtóna av sorgblídni og samstundis ljómandi litgleði. Myndirnar hava fleirtýðugar tulkingar, men avmynda ofta universalar kropsmyndir og meira sveimandi, organiskt skap. Kroppar og landsløg saman skapa eitt dýpi av sansaligum og kensluborðnum myndum, sum áskoðarin sjálvur verður boðin at seta saman, og at spegla sær í.