Fyri tíggjundu ferð skipar Vestmanna kommuna fyri Vestmannadøgum.
Vestmannadagarnir í ár eru skipaðir soleiðis:
Tjóvstarta verður við væl umtóktu sjavskappingini mikukvøldið.
Hósdagurin verður hildin omanfyri skúlan og í viðarlundini við grill, tónleiki og fjølbroyttum barnatiltøkum. Aftaná verður spurnarkapping í Silkienni.
Fríggjadagin spenna fyritøkurnar Inni á Fjørð seg út og skipa fyri ymiskum spennandi tiltøkum.
Leygardagurin byrjar við afturvendandi felags morgunmatinum í ítróttarhøllini, har m.a. ársins herðaklapp verður avdúkað. Aftaná er Bakkavegur karmur um Vestmannadagar, har tað eru konsertir, brekkukapping, sølumarknaður, grill, hátíðarløta, barnatiltøk, felagssangur, føroyskur dansur v.m.. Kvøldið endar í Silkenni, har okkara egnu Brim spæla til dans.
Sunnudagin er Guðstænasta, hugni í Missiónshúsinum og gongutúrur.
Tvær listaframsýningar hava opið allar dagarnar
- Listaframsýning við Herit Magnussen í handlinum hjá Sigurd á Ovara vegi 3
- Kafe og listaframsýning við listafólki úr Vestmanna í skóhandlinum hjá Nicolinu á Bakkavegi 4
Vit gleða okkum at síggja nógv fólk á Vestmannadøgum og fegnast um ta vælvild og hjálp, sum kommunan hevur fingið undir fyrireikingunum. Uttan góða undirtøku og beinasemi, hevði tiltakið ikki verði til veruleika.
Skráin verður borin út til hvørt húsarhald í Vestmanna og á Válinum, men tit kunnu longu nú síggja skránna við at trýsta á myndina niðanfyri.
Verið hjartaliga vælkomin á Vestmannadagar 2023!