Kl. 20:00 fara vit at vála saman við Døgg Nónsgjøgv, Jazzygold, Sakaris og Tinganest.
Armbond fáast við at vísa atgongumerki á kommunskrivstovuni frá kl. 18:00 – 20:00.
Tú skalt vísa armband á hvørjum konsertstað.
Møguleiki verður at vála víðari á Disvoy og Faer Isles Distillery.
SAKARIS hevur verið ein støðugur veitari av góðum konsertupplivingum og framúr poppløgum líka síðan debutplátuna í 2012.
Hann hevur altíð leverað, líkamikið um framførslan er á G! Pallinum, til eitt bingo í pensjonistafelagnum ella til ein trettan ára føðingardag. Í løtuni verður nýggjasta staklagið “Allarbesti” tráðspælt í føroyskum útvarpi.
Umframt hetta hevur hann eina rúgva av peppandi hittum í skjáttuni, harímillum “Aalborg”, “Magical Bag of Fun” og so hin víðagitni (í Føroyum) “I Put On This Dress Only for You”, sum hevur ljómað í mongum føroyskum veitslum.
Tónleikurin hevur verið lýstur sum J-Pop hittir 80 ára glamm popp við einum broddi av oyðandi norðurlendskari vantrúgv. Men peppað er tað so altíð. SAKARIS er heilt egin, ljóðið er serstakt, og løgini ótrúliga fangandi.
Jazzygold:
Síðan Jasmin Mote legði bólkin JASMIN í dvala og avdúkaði sítt nýggja artistnavn Jazzygold í 2023, hava vit fingið 4 frálík stakløg: “boring like me“, “dyed my hair red“, “lonely afterparties“ og “day off“, og so hevur hon eisini fingið frálík ummæli á festivalum uttanlands.
Jasmin hevur verið í Englandi, Íslandi, Norra (nakrar ferðir) og í Hollandi, men nú er hon endiliga klár at koma heim at spæla nakrar konsertir, og ein av teimum verður í hennara heimbygd Vestmanna til tiltakið Válan í apríl.
Jasmin fer at spæla okkurt av hennara eldru løgum, og kanska tit koma at hoyra okkurt spildurnýtt, so kom á konsert og kava niður í kompleksa hugaheimin hjá eini kvinnu í tjúgunum, sum livir tað góða lívið.
Jazzygold er erlig, verulig og tað hoyrist bæði í tónleiki og rödd og sæst í tekstum og visuals. Hetta er ein sjussur blandaður úr RnB kendum soulpoppi, framúrskarandi visuals og nógvum bling bling, erligheit og fangandi lögum.
Døgg Nónsgjógv:
Døgg Nónsgjógv lat farna heyst úr hondum EP’ina “Døggfallin”. Til konsertina fer hon at framføra løgini av EP’ini umframt nøkur spildurnýggj løg. Løgini er innilig, erlig og kensluborin, og leggja intima ljóðmyndin og ráu erligu tekstirnir upp til persónligt samband við lurtaran – eins og samrøður millum vinir um trupul evni.
5. apríl kom út remix útgáva av allari EP-útgávuni. Umframt hetta koma Døggfallin og Døggfallin // remix út sum LP útgáva.
Við sær á pall hevur hon Høgna Lisberg á guitar
Sterka huglagið verður í hásæti, tá Døgg Nónsgjógv fer at framføra í Vestmanna kirkju
Tinganest:
Tinganest verður sagdur at verða Føroya størsti kultbólkur – ein legedariskur tónleikabólkur, sum við sínum orginaliteti hevur skapt sítt heilt egna eyðkenda ljóð og sína egnu sjangru. Bólkurin byrjaði at spæla í sjeytiárunum, og nú, nærum 50 ár seinni, spæla teir enn.