Kom við umborð og verð partur av einum feitum toymi á dagstovnaøkinum í Vestmanna.
Vestmanna kommuna søkir eftir trimum starvsfólkum til dagstovnaøkið at byrja 12. august 2024 ella skjótast gjørligt.
Talan er um føst størv í Kongskjallarinum at arbeiða 20-25 tímar um vikuna. Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálpafólk setast í tíðaravmarkað starv.
Um okkum:
Á dagstovnaøkinum í Vestmanna arbeiða vit miðvíst við námsfrøðiligum ítrótti. Her arbeiða 35 eldhugaðir starvsfelagar, ið allir koma við sínum íkasti til eitt aktivt og gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.
Dagstovnaøkið húsast í trimum bygningum, ið hava góðar innan- og uttandura hentleikar, eitt nú rørslurúm, atgongd til fimleikahøll, svimjihøll, grønt øki og tvær bál-smáttur – eisini eru vit nógv úti í náttúruni.
Í Frítíðarstovuni ganga 64 børn úr 1., 2. og 3. flokki. Til hvønn árgang eru knýttir ábyrgdarpersónar. Í løtuni arbeiða fimm eldhugaðir starvsfelagar.
Arbeiðstíðirnar eru mánadag til fríggjadag millum 11.00 og 17.00.
Tú kanst lesa meira um dagstovnaøkið her.
Vit bjóða:
- Góða starvsfólka normering
- Ein fjølbroyttan starvsfólkahóp
- Ein virknan gerandisdag við fokus á námsfrøðiligan ítrótt.
- Tætt samstarv millum starvsfólk og leiðslu.
Førleikar:
- Tú ert virkisfús/ur og fakliga væl fyri.
- Tú brennur fyri útilívi, rørslu og at arbeiða víð námsfrøðligum ítrótti.
- Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar.
- Tú ert sjálvstøðug(ur), álítandi og hevur gott yvirlit.
- Tú sært møguleikar, hevur ein jaligan hugburð, ert opin, smílandi og fyrikomandi
Tað er ein fyrimunur, at tú:
- Dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu
- Hevur royndir við námsfrøðiligum ítrótti
Setanarviðurskifti:
Setanin er á dagstovnaøkinum í Vestmanna kommunu, ì løtuni er starvsstaðið í Kongskjallarinum.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Meira fæst at vita:
Meira fæst at vita við at venda sær til Morten Hust Petersen, dagstovnaleiðara, á telefon 770 130 ella teldupost morten@vestmanna.fo
Umsókn og freist
Skrivlig umsókn saman við lívsrensli skal sendast til starv@vestmanna.fo, viðmerk ”DAGSTOVN”
Umsóknir skulu vera Vestmanna kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 5. juli 2024 kl. 12:00.
Samrøður verða hildnar so hvørt.