Bústaðir hava gjørt avtalu við Sp/f Eysturlon um at umbyggja gomlu kommunuskrivstovuna í Vestmanna til sjey leigubústaðir. Talan er um stóran bygning á Bakkavegi 16, miðskeiðis í bygdini og við sera góðum útsýni.
Tað var í 2017, at Bústaðir keypti gomlu kommunuskrivstovuna frá Vestmanna kommunu. Síðani hava ymiskar fyrireikingar verið gjørdar, eins og leitað hevur verið eftir rætta arbeiðstakaranum.
Talan verður um tríggjar stórar íbúðir á 105 fermetrar, harav ein er serliga rørsluvinarlig, og fýra lítlar á 46 fermetrar, umframt goymslurúm og felagsøkir. Í alt er talan um 563 fermetrar.
Allar íbúðirnar hava terrassu ella altan og uttanum økini verða gjørd í samráð við Vestmanna kommunu.
Arbeiðið er byrjað og verða íbúðirnar væntandi klárar at taka í nýtslu aftaná summar 2021.