Kunningarfundur um skúlabygging
2025Mán06Okt13:1113:1113:11 - 13:11(GMT+00:00) BólkurTiltøkKunningarfundur um skúlabygging
Um tiltak
Í 2026 verður farið undir at høvuðsumvæla og umbyggja gamla skúla á Kongsteigum. Dagføringin snýr seg ikki bara um nýggjan klædning og vindeygu, men um at skapa best møguligu karmar
Um tiltak
Í 2026 verður farið undir at høvuðsumvæla og umbyggja gamla skúla á Kongsteigum. Dagføringin snýr seg ikki bara um nýggjan klædning og vindeygu, men um at skapa best møguligu karmar fyri góðari læring og menning.
Elsti partur av Vestmanna skúla er frá 1950, og næstelsti frá 1967. Skúlin hevur tænt fyri seg, og á vári næsta ár verður farið undir umbyggingina. Einki verður gjørt við nýggja skúla, sum er frá 1986, í hesum umfari.
Byggingin tekur góð tvey ár, og hetta fer tí at ávirka næmingar, lærarar og onnur, sum brúka skúlan.
Kommunan bjóðar tí øllum áhugaðum á kunningarfund á Miðnámi mikukvøldið 8. oktober kl. 19.00. Tá verður m.a. kunnað um, hvussu skúlin fer at síggja út innan og uttan.
Tað er arkitektastovan, EYA, sum hevur teknað nýggja skúlan.
