Sjónleikurin Prima Facie
2026Hós05Mar20:0021:3020:00 - 21:30(GMT+00:00) BólkurTiltøkSjónleikurin Prima Facie
Um tiltak
Leikurin Prima Facie, verður sýndur í Auluni í skúlanum, hóskvøldið 5. mars. Prima Facie er skrivaður av australska rithøvudinum og fyrrverandi sakføraranum Suzie Miller. Leikurin hevur vunnið altjóða viðurkenning fyri sítt
Um tiltak
Leikurin Prima Facie, verður sýndur í Auluni í skúlanum, hóskvøldið 5. mars.
Prima Facie er skrivaður av australska rithøvudinum og fyrrverandi sakføraranum Suzie Miller. Leikurin hevur vunnið altjóða viðurkenning fyri sítt sterka og samfelagsviðkomandi innihald. Í miðdeplinum er Tessa – ein kvinnuligur sakførari, sum hevur bygt sína lívsleið upp á trúnna á lóggávu og rættvísi. Men tá hon sjálv verður fyri einum harðligum broti, verður hon noydd at síggja sannleikan: At rættarskipanin, hon hevur tænt, ikki verjir øll líka.
Det Ferösche Compagnie hevur sett leikin upp í tøttum samstarvi við bretska leikstjóran Matthew Richardson. DFC hevur arbeitt saman við Matthew áður á rósta leikinum Lear Kongi. Matthew hevur drúgvar royndir sum leikstjóri og hevur vunnið fleiri virðislønir. Kristina Sørensen Ougaard spælir høvuðsleiklutin, Dánjal á Neystabø er tónasmiður og Sámal Blak er sniðgevi. Beinir Bergsson hevur týtt leikin til føroyskt.
Atgongumerki kunnu keypast her.
________________________________________
Fakta um leikin:
• Leikrit: Prima Facie eftir Suzie Miller
• Týðing: Beinir Bergsson
• Leikari: Kristina Sørensen Ougaard
• Leikstjóri: Matthew Richardson
• Tónleikur: Dánjal á Neystabø
• Pallur og búnar: Sámal Blak
. Pallstjóri: Anny Thorsen
• Framleiðari: Durita Sumberg
