Kom við umborð og verð partur av einum aktivum toymi á Føroya einasta ítróttardagstovni.
Søkt verður eftir tímaløntum avloysarum til dagstovnaøkið í Vestmanna. Talan er ikki um fast starv við føstum tímatali men um avloysarar, um sjúka ella annað stingur seg upp.
Vit søkja eftir avloysarum, ið kunnu byrja skjótast gjørligt. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir í at arbeiða við børnum í barnagarði, skúla ella frítíðarstovu. Somuleiðis er tað ein fyrimunur, um tær dámar at arbeiða við rørslu.
Talan er um:
- Tímar seinnapart (11-17) í Frítíðarstovuni, sum er eitt frítíðartilboð fyri børn í 1., 2., og 3. flokki.
- Tímar ímillum kl 6:45 – 17:00 í Gjáarlon, í vøggustovu ella í barnagarð (0-6 ár).
- Tímar ímillum kl. 6:45 – 17:00 í Látipípuni (5-6 ár.)
Starvið sum avloysari kann samskipast við lestur ella annað starv.
Hvørji eru vit?
Á dagstovnaøkinum í Vestmanna arbeiða 35 eldhugaðir starvsfelagar, ið allir koma við sínum íkasti til eitt aktivt og gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.
Dagstovnaøkið húsast í trimum hølum, ið hava góðar innan- og uttandura hentleikar, eitt nú rørslurúm,
atgongd til fimleikahøll, svimjihøll, grønt øki og bál-smáttur. Eisini eru vit nógv úti í náttúruni.
Tú kanst lesa meira um dagstovnaøkið her.
Meira fæst at vita:
Fleiri upplýsingar um starvið eru at fáa frá Morten Hust Petersen, stovnsleiðari, á telefon 770 130 og teldupost: morten@vestmanna.fo
Umsókn:
Hevur tú hug at starvast sum avloysari á dagstovnaøkinum í Vestmanna, skalt tú senda ein teldupost til starv@vestmanna.fo, viðmerk ”avloysari”
Í teldupostinum skalt tú greiða eitt sindur frá um teg sjálva/n, arbeiðsroyndir, nær tú kanst byrja, og hvørjar dagar tú kanst arbeiða sum avloysari.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 14. mars 2024, kl. 12:00. Samrøður verða hildnar leypandi.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.