Aftur í ár verður válað í Vestmanna, tá fimm ymisk støð leygarkvøldið 23. apríl 2022 leggja pall til fimm sera ymisk tónleikanøvn, alt frá Dupultkvartettini til Frændur.
Pallarnir vera í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Disvoy, á Staðnum og í Silkienni.
Bólkarnir sum fara á hesar pallar eru Dupultkvartettin í Ebenezer, Lena og Niclas, Jens Marni Hansen, Høgni Lisberg og Frændur.
Hvør bólkur spælir tvær ferðir hálvan tíma, og vera konsertirnar forskotnar eitt sindur, so fólk kunnu vála millum konsertirnar.
Fyrsta konsertin, sum verður í kirkjuni, byrjar kl. 20.00. Síðani byrja hinar konsertirnar við 20 minuttum millum hvørja. Seinna umfar byrjar kl. 21.40.
Vestmanna Kirkja – Dupultkvartettin í Ebenezer
44 ár eru í ár liðin síðan Dupultkvartettin í Ebenezer varð stovnað, og enn eru fýra av upprunaligu limunum við. Kristniboðskapurin hevur øll árini verið drívmegin, men tað kemst ikki undan, at her er eisini talan um frálíkan sang. Hesir átta leggja fyri, við at spæla uppá hjartastreingir við sínum framúr vælklingandi samsangi í Vestmanna Kirkju.
Vektarbúðin – Lena og Niclas
The First Couple innan føroyskan popp Lena og Niclas hava ríkað okkum við sínum óteljandi framførslum og nógvu útgávum seinastu nógvu árini. Í løtuni er ein nýggj útgáva ávegis, og at døma eftir fyrstu stakløgunum, so verður hon líka væleydna sum hinar, ið tey hava givið út. Tað sigst, at hvørja ferð Lena og Niclas geva eina útgávu út, so verður hon ársins útgáva. Vit gleða okkum at bjóða teimum á pall í Vektarbúðini.
Disvoy – Jens Marni
Jens Marni Hansen hevur sum einstaklingur og í bólkum verið ein av eyðsýndastu føroysku sangarunum seinastu 25 árini. Frá fyrstu fetunum við rokkbólkinum Kjølum til upphiting fyri Bon Jovi í Parken, so er eitt, ið er heilt víst, røddin er ósvikalig, ráð og rock’n roll. Tí er tað ein serstøk heiður, at bjóða manninum, ið einaferð bleiv kallaður næst stuttligasti maður í Kollafirði, á pall í Disvoy.
Staðið – Høgni Lisberg
Soulkendi popprokkarin Høgni Lisberg er á høgum altjóða støði, og hansara tónleikur verður brúktur bæði í sjónvarpsrøðum og telduspølum kring heimin.
Fløgu eftir fløgu tykist Høgni at levera sterkari og sterkari sangir, ið eru alsamt betur framleiddir og spældir, men seinnu árini, er hann eisini vorðin alsamt sterkari á konsertpallunum, og tykist at hava funnið lykilin til at fáa væl framleidda tónleikin í rættan ham í eini live versjón. Tí gleða vit okkum til at Høgni fer á pall á Staðnum.
Silkienni – Frændur
Frændur hevur spælt fyri fullum hølum í 80’unum, 90’unum , 0’unum, 10’unum og aftur nú í 20’unum. Hvør hevur ikki minnir um hugnaligar løtur saman við vinum, har soundtrackið var sangir sum Føroyar, Eros, 80’ini, Mítt land, Hundurin brúni, antin frá konsertum, í stereoannlegginum ella í felagssangi afturvið kassagittara.
Frændur er stutt sagt størsti leverandørur av slagarum til okkara sangskatt. Tí er garanti fyri syngið við góðsku í Silkienni.