Tað er deildarleiðarin á Korndalsbýlinum, Tórgerð Jallgrímsdóttir, sum eisini er instruktørur í fyrstuhjálp, ið hevur staðið fyri skeiðnum.
Skeiðið er ein liður í at fáa fyrstuhjálp á eitt trygt og varandi støði í VEKS. Ætlanin er at skipa fyri regluligum og afturvendandi skeiðum. Málið er 3. hvørt ár.
Skeiðini eru liður í yvirskipaða málinum um viðlíkahald og menning av fakliga grundarlagnum í VEKS.
‘Við at miðja móti støðugari læru og førleikamenning, gerst VEKS ein tryggari tænastuveitari, hjá okkara borgarum’, sigur Páll á Reynatúgvu, stjóri í VEKS.