Veturin 2020/2021 bjóðar Vestmanna Kvøldskúli 21 ymiskt skeið út.
Kvøldskúlaskráin kann lesast her.
Tilmelding fer fram millum kl. 17 – 20 við at ringja til telefonnummarið, sum stendur við tey einstøku skeiðini.
Seinasta freist at tekna seg er 13. oktober 2020.
Skeiðini byrja eftir avtalu við læraran. Næmingarnir gjalda sjálvir tilfarið, ið nýtt verður.
Luttøkugjaldið er 350 kr. Skúlanæmingar, pensiónistar og *) styttri skeið gjalda 200 kr.
Luttøkugjaldið skal gjaldast á konto 110.628.9 í Bank Nordik.
Minnist til at viðmerkja skeiðsnummar á bankaflytingina. Havið kvittanina við 1. undirvísingarkvøldið.
Vestmanna Kvøldskúli