Søkt verður eftir 2 fysioterapeutum at seta skjótast gjørligt.
Starvsbrøkur eftir nærri avtalu.
VEKS arbeiðir m.a. við at menna terapeutiska tilboðið, soleiðis at vit eisini kunnu veita skipaði stutttíðar døgnpláss í samband við rehabilitering, á einum av heimum okkara.
Førleikakrøv
- Útbúgving og góðkenning sum fysioterapeutur.
- Góð samstarvs- og samskiftisevni.
- Telduførleika á brúkarastøði.
- Koyrikort til persónbil.
Arbeiðsuppgávur
- Leggja til rættis, útføra, miðla og gera uppfylging av venjing og endurvenjing hjá tí einstaka borgaranum.
- Gera terapeutiskar metingar av borgarum, umstøðum borgarin virkar í, og tørvi á neyðugum hjálpartólum.
- Skjalfesta, miðla og fylgja upp uppá venjingarætlanir á felags KT palli.
- Arbeiða í tvørfakligum toymi í samband við borgaragongdir, m.a. í samband við visitering, heimavitjan, endurvenjing, inn- og útskriving av stovni.
- Hava samrøður við borgarar og avvarðandi.
- Vegleiða og undirvísa starvsfólkum.
- Vegleiða lesandi.
- Handfaring og goymsla av hjálpartólum.
Vit kunnu bjóða
- Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á, og verða partur av framhaldandi menning av tilboðum og tænastum.
- Dugnaligar starvsfelagar.
- Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
Setanarstað og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/ Kommunala Arbeiðsgevarefelagið og Fysioterapeutfelagið.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (cv), viðmælum v.m. skal sendast til:
veks@veks.fo
ella
Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
350 Vestmanna
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 11. novembur 2022, kl. 12:00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til
Niels A. Joensen, tlf. 260552 ella teldupost nielsj@veks.fo
_ _ _ _ _
Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-,
Kvívíkar- og Sunda Kommunu. Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara veks.fo