Rokkur í Vestmanna tann 19. september

Í samband við Vestmannadagarnar, ið vera í Vestmanna í døgunum 14. til 20. september verður stór rokkkonsert leygarkvøldið 19. september. Talan er nevnliga um eina konsert við føroysku Hamradun og Deiggj, umframt kenda íslendska bólkinum Dúndurfréttir. Hamradun fer við sínum serstaka dámi at seta hol á rokkkvøldið við kendu føroysku kvæðunum, ið teir hava umskapað við…

Sjóvarfalsverkætlanin í Vestmannasundi

Fyrireikingarnar til sjóvarfalsverkætlanina, sum Minesto og SEV samstarva um eru væl áleiðis. Ein plakat kann takast niður her, ið vísur hvar drekarnir eru, og ávarað verður um, at tað er ikki loyvt at sigla ella fiska í verkætlanarøkinum. Vandi er fyri skaða á Minesto drekarnar og/ella fiskireiðskapin. Plakatin er fyrst og fremst ætlað smábátum, sum…

Savnsdagur og bókaframløga

Vestmanna Bygdarsavn bjóðar til ein savnsdag mikudagin 17. juni frá klokkan 15.00 – 17.00. Um kvøldið verður bókaframløga og tónleikur í Vektarbúðini. Allir lutirnir eru nú samlaðir í John´sa handli, har bæði loftið og kjallarin vera nýttir at goyma lutirnar í, meðan vektarbúðin verður nýtt til framsýningar. Í summar, frá 16. juni til 1. septembur…

Glas av vatni

Bakteriur í vatninum

Bakteriur eru ávístar í drekkivatninum. Heitt verður tí á íbúgvarnar um at kóka vatnið. Vatnveitingarskipanin verður klorað seinnapartin í dag, 19. juni 2020. Boðað verður frá, tá vatnið er reint aftur.

Viðarlundin

Ruddingardagurin avlýstur

Ætlanin var at hava tann árliga ruddingardagin í morgin 20. juni. Men vit mugu tíverri avlýsa vegna forfall. Men tit nýtast ikki at keđa tykkum. Viđarlundin í Vestmanna skipar fyri arbeiđshugnaløtu í morgin kl. 10.00, har iđ øll eru vælkomin at vera viđ. Tey, sum ynskja at luttaka kunnu ringja ella sms’a til tlf. 25…