Vestmanna Bygdarsavn bjóðar til ein savnsdag mikudagin 17. juni frá klokkan 15.00 – 17.00.
Um kvøldið verður bókaframløga og tónleikur í Vektarbúðini.
Allir lutirnir eru nú samlaðir í John´sa handli, har bæði loftið og kjallarin vera nýttir at goyma lutirnar í, meðan vektarbúðin verður nýtt til framsýningar.
Í summar, frá 16. juni til 1. septembur verður ein framsýning, sum vísir týdningin av ull seinast í 1700-talinum. Framsýningin er opin týs., mik. og hós kl. 14-17.
Íbúđin í Johnsa handli er innrættađ sum ein íbúđ frá 1920-unum. Vestmanna Bygdarsavn hevur fingiđ og lænt innbúgv og lutir í smabandi viđ innrættingina.
Jóan Pauli Joensen í Vektarbúðini mikukvøldið 17. juni kl. 20.00
Jóan Pauli Joensen greiđir frá um nýggju bók síni – Í STOVUNI SOFU, Í KØKI KOMFÝR.
Bókin lýsir, hvussu vit hava búð og búleikast her á landi frá miðøld til 1960. Serligur dentur verður lagdur á tíðarskeiðið millum 1800 og 1960. Frá langhúsum og kroysum úr gróti og flagi til nýtíðarhús. Hvussu ávirkan uttaneftir fekk fólk at gera meira burturúr og smátt um smátt at fara undir at gera húsini betri og liviligari. Frá roykstovu og útundirgerð til glasstovu, frá moldgólvi til timburgólv
Eftir tað, hava luttakarirnir møguleika at seta rithøvundanum ymiskir spurningar.
Síðani fer Magni Christiansen at framføra nøkur løg og til ber at keypa sær køku og kaffi, í nýinnrættaðu cafe’ini í íbúđini í Johnsa handli.
Øll eru hjartaliga vælkomin til savnsdagin 17. juni.
Høvi verður at keypa sær kaffi og køku frá Heimavirkisfelagnum.
Vestmanna Bygdarsavn