Breiðking av Niðara Vegi

Arbeiðið at breiðka Niðara Veg – frá nr. 61 út ímóti 55 – byrjar fyrsta dagin. Neyðugt verður at steingja vegin, meðan arbeitt verður. Víst verður til Ovara Veg. Tó sleppur tung ferðsla eftir Niðara Vegi. Eftir arbeiðstíð og í vikuskiftunum verður koyrandi eftir Niðara Vegi sum vanligt.

Skúlastýrisvalið 2020 – uppstillingarfundur

Uppstillingarfundur til skúlastýrisvalið 2020 verður týskvøldið 20. oktober 2020 kl. 19.00 í Auluni í Vestmanna Skúla. Á fundinum verður greitt frá um skúlastýrisarbeiði og um hvørjar reglur eru galdandi á valinum. Eftir fundin hava tey, sum møtt eru, høvi til at hava uppstillingarfund og lata inn uppstillingarlistar.   Vilt tú hava ávirkan á, hvat barn…