Bryggjan er Staðið

Fríggjakvøldið 16. apríl 2021 er Bryggan karmur um eitt festligt kvøld hjá ungdóminum í Vestmanna. Bryggjan letur upp kl. 20, og vit hugna okkum saman og hava onkur stuttligt innsløg. Kl. 23.00 hava Hitmen konsert/dans. Hitmen kenna vit m.a. frá SSP-tiltøkunum Náttin er ung, har ið teir duga sera væl at fáa áhoyrarnar við uppá…

Válan í Vestmanna

Leygarkvøldið 17. apríl vera 5 pallar við vártónum á Bakkavegi í Vestmanna. Pallarnir vera í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Disvoy, á Staðnum og á Bryggjuni, og á skránni er alt frá andalingum til vertsligar tónar. Bólkarnir sum fara at manna hesar pallar eru Bárður á Lakjuni, Hanus G. Johansen, Finnur Koba, Lív Næs & Tróndur…

Earth Hour 2021

Leygarkvøldið 27. mars kl. 20.30 – 21.30 verður Earth Hour. Earth Hour er eitt afturvendandi tiltak, sum skal minna okkum øll á okkara felags ábyrgd fyri at minka um veðurlagsbroytingarnar. Øll verða boðin til at luttaka í tiltakinum. Vit mæla fólki til at sløkkja ljósini heima við hús ein tíma komandi leygarkvøld. Vestmanna Kommuna tekur…

Avloysarir til dagstovnaøkið

Søkt verður eftir føstum avloysarum til dagstovnaøkið at møta til arbeiðis, tá ið tørvur er á tí. Í tí dagliga arbeiðinum leggja vit dent á: trivnaðin hjá børnum og starvsfólkum at skapa álit og tryggleika fyri børn og foreldur at vit eru ein grønur stovnur Vit ynskja: at tú ert 18 ár ella eldri at…

Kommunuskrivstovan stongd í stilluviku

Kommunuskrivstovan í Vestmanna er stongd í páskavikuni. Opið verður aftur týsdagin 6. apríl kl. 9.00. Hevur tú átrokandi boð til Kommunuskrivstovuna, kanst tú ringja á tlf. 770 109. Arbeiðsformaðurin svarar á tlf. 770 126. Teldupostur til vestmanna@vestmanna.fo verður lisin regluliga. * Skilagátt hevur opið sum vant mánadag til mikudag. Halgidagarnar og páskaaftan er stongt.