Leygarkvøldið 27. mars kl. 20.30 – 21.30 verður Earth Hour.
Earth Hour er eitt afturvendandi tiltak, sum skal minna okkum øll á okkara felags ábyrgd fyri at minka um veðurlagsbroytingarnar.
Øll verða boðin til at luttaka í tiltakinum. Vit mæla fólki til at sløkkja ljósini heima við hús ein tíma komandi leygarkvøld. Vestmanna Kommuna tekur lut í tiltakinum við at sløkkja gøtuljósini hendan tíman.
Um Earth Hour
Heimsnáttúrugrunnurin í Australia vildi gera fólk tilvitað um veðurlagsbroytingarnar, og í 2004 varð Earth Hour hugtakið skapt. Earth Hour byggir á hugtakið “vón, ikki ótti”, og hugskotið er, at øll kunnu taka persónliga ábyrgd fyri framtíðini hjá jørðini.
31. mars 2007 var Earth Hour tiltakið hildið á fyrsta sinni. Hetta var í Sydney í Australia. Ætlanin var, at tað skuldi vera eitt landstiltak, men áhugin fyri tí gjørdist beinanvegin stórur, og sostatt varð Earth Hour tiltakið í 2008 hildið í 371 býum í meira enn 35 londum kring allan heimin. Í fjør luttóku oman fyri 180 lond í Earth Hour tiltakinum.
Til ber at lesa meira um Earth Hour á heimasíðuni www.earthhour.org